SoundCloud:

 

Síðst í Prátið Podcast

1) BURDI EIN KRISTIN GJØRT YOGA? LIKAMLIGAR VENJINGAR // Prátiðpodcast #3

 

BURDI EIN KRISTIN GJØRT YOGA? // Prátiðpodcast #3

Yoga er Hinduistisk hugsjón, ið sigur seg læra fólk sameina teirra sál við teirra “Hægstu, supreme sál”, og sameina teirra vilja við tann “kosmiska viljan”.

Yoga venjing er sett saman av trimum høvuðspørtum

  1. Tann fysiski/likamligi venjingar parturin
  2. Tann mentali meditatión ella umsett sálardjúphugsanar paturin.
  3. Og síðani parturin við munnligari messing ella “verbal chanting”.

Hesir tríggir partarnir verða knýttir saman og gera yoga til tað, ið tað er.

Lat okkum hugsa um hesar partar hvør sær.

 

1) Likamligar venjingar:

2) Meditatión/Sálardjúphugsan:

Sálardjúphugsanin ella meditatiónin, sum verður lærd í yoga, er sera nógv øðrvísi enn meditatiónin, ið Bíblian lærir. Yoga lærir fólk at tøma heilan fyri allar tankar (bæði góðar og ringar), sum tey meditera. Og hetta er als ikki soleiðis, ein Kristin eigur at meditera ella sálardjúphugsa. Bíblian lærir okkum, at vit skulu altíð meditera ella sálardjúphugsa um Orð Guds, Bíbliuna. Orðið Bíblian brúkar fyri meditera ella sálardjúphugsa er føroyska orðið “at grunda á eitt hvørt”, ella meditera. Djúp hugsa um eitt hvørt kunnu vit eisini umseta orðið.

So sum Kristin, eiga vit ikki at royna at tøma okkara heila. Nei, heldur eiga vit at royna at FYLLA okkara heila, okkara tankar við Orðið Guds. Heldur enn at tøma seg sjálvan fyri góðum og ringum tonkum, so eiga vit at fylla okkara tankar við lyftum Guds, og serliga, hvussu nógv okkara stóri Gud elskar okkum. Les m.a. Sálm.139:17-18; Es.49:15-16; Jer.31:3-4; Róm.5:8; Róm.8:31-39

Sum vit kava niður í Guds góðsku/kærleika, og grunda á, meditera á tað, og hvussu vit betur kunnu akta hann og broyta okkaru ringu vanar og vánaligu tanka mynstur, tá fara vit á rættan hátt at vísa takksemi og aftursvar til Hansara stóra kærleika til okkum.

Yoga lærir, at friður kemur frá tómrúminum av einum fullkomiliga tømdum høvdið. Men Jesus bjóðar ein sera annaðleiðis frið, ið kemur, tá Heilagi Andin tekur bústað í okkum tá vit koma til trúgv. Heilagi Andin er tann sum fyllir okkum við Guds kærleika. (Jóh.14:26-27; Róm.5:5; Róm.14:17). Heilagi Andin gevur frið Guds, ið hvørt menniskja søkir, og ikki kann finna nakra aðra staðni gjøgnum nakran menniskjaligan frið ella hvíld.

 

YouTube:

https://youtu.be/25XOzlBKDtA

 

 

Facebook:

 

 

Frammanundan í Prátið Podcast

1) BURDI EIN KRISTIN GJØRT YOGA? LIKAMLIGAR VENJINGAR // Prátiðpodcast #3

 

Aðru ferð í Prátið Podcast

3) Chanting/Messan:

Hvussu so við bólka/almennum Yoga tímum?

BURDI EIN KRISTIN GJØRT YOGA? MUNURIN Á YOGA OG KRISTNARI MEDITAIÓN? //Prátiðpodcast #4

 

MUNURIN Á YOGA- OG KRISTNARI MEDITAITÓN // Prátiðpodcast #4

Skriva viðmerking