SOUNDCLOUD:
BURDI EIN KRISTIN GJØRT YOGA? // Prátiðpodcast #3
Yoga er Hinduistisk hugsjón, ið sigur seg læra fólk sameina teirra sál við teirra “Hægstu, supreme sál”, og sameina teirra vilja við tann “kosmiska viljan”.
Yoga venjing er sett saman av trimum høvuðspørtum
- Tann fysiski/likamligi venjingar parturin
- Tann mentali meditatión ella umsett sálardjúphugsanar paturin.
- Og síðani parturin við munnligari messing ella “verbal chanting”.
Hesir tríggir partarnir verða knýttir saman og gera yoga til tað, ið tað er.
Lat okkum hugsa um hesar partar hvør sær. Hetta er fyrsti partur og í dag fara vit at tosa um partin við teimum likamligu venjingunum.
1) Likamligar venjingar:
Tað at strekkja beini út á ein og hvønn hátt, noyðist ikki at vera heilagt ella ónt. Eingin likamlig venjing kann skaða okkum andaliga, einans tí, tað verður sett saman við ein annan átrúnað. So vit kunnu stekkja okkara vøddar og likamligu partar, hóast tað er ein Hindu (ella muslimskt ella buddisiskt), ið fyrst lærdi tað ella gjørdi tað modernað.
Eg las ein blogg fyri stuttum um ein mann, ið spældi minigolf. Um tað mundi vísti ein vinur hansara honum eina venjing, ið kundi hjálpa honum at strekkja ryggin betur út. Hetta var til stóra hjálp fyri hann, og tað hjálpti honum at spæla minigolf í fleiri tímar, uttan at ryggurin tók skaða av tí. Fleiri ár aftaná, segði onkur honum, at hendan venjingin var ein yoga rørsla.
Men um nakar kennir seg ótryggan við at gera likamligar venjingar, ið eru bundnar til yoga, so eigur hetta at vera umgingið. Hetta er kanska serliga viðkomandi fyri tey, ið hava verið knýtt at yoga, áðrenn tey komu til trúgv á Jesus Kristus, og hava upplivað spirituella ella demonisku virkaðnina, ið yoga Hinduiskiska venjingin kann hava. So hóast nøkur síggja hesar rørslur einans sum venjingar, so kann tað vera betur fyri teg at umgangast yoga yvirhøvuður fyri ikki at vera leiddur í freisting, tí yoga kemur sum sagt frá hindusimu.
Nøkur fólk, ið ikki hava uppliva Hinduismu í yoga, kunnu undrast á, hví nøkur Kristin eru ímóti yoga venjing. Ein vanlig byrjanaðar undirvísing í yoga í vesturlendskum longum, leggur ikki dent á spirituella sambandið. Men longur tú fert inn í yoga, nærri kemur tú at kjarnini og týdninginum aftanfyri rørslurnar. So hóast andadrátts venjingar, kunnu tykjast óskyldigar í fyrstanini, so er hetta fyrsta stigið innan yoga, har alt at enda peikar ímóti hesum: “at sameina viljan hjá tí einstaka við viljan hjá kosmos (alheiminum).”
YOUTUBE:
FACEBOOK:
BURDI EIN KRISTIN GJØRT YOGA? – LIKAMLIGAR VENJINGAR (1/4) // Prátiðpodcast #3
BURDI EIN KRISTIN GJØRT YOGA? – LIKAMLIGAR VENJINGAR // Prátiðpodcast #3Yoga er Hinduistisk hugsjón, ið sigur seg læra fólk sameina teirra sál við teirra "Hægstu, supreme sál", og sameina teirra vilja við tann "kosmiska viljan".Yoga venjing er sett saman av trimum høvuðspørtum1. Tann fysiski/likamligi venjingar parturin2) Tann mentali meditatión ella umsett sálardjúphugsanar paturin.3) Og síðani parturin við munnligari messing ella "verbal chanting".Hesir tríggir partarnir verða knýttir saman og gera yoga til tað, ið tað er.Hesar tríggjar partarnar fara vit at tosa um í hesum podcastunum frameftir. Hetta er fyrsti partur og í dag fara vit at tosa um partin við teimum likamligu venjingunum.____________________PRÁTIÐ PODCAST – YOGAPartur 1: https://soundcloud.com/pratidpodcast/yoga-pratipodcast-3Partur 2: https://soundcloud.com/pratidpodcast/yoga-pratipodcast-4Partur 3: Partur 4:____________________BLOGGUR: https://www.vakurleiki.fo/yoga-pratidpodcast-3/SOUNDCLOUD: https://soundcloud.com/pratidpodcast/yoga-pratipodcast-3YOUTUBE: https://youtu.be/EA8uJyyzE4s____________________FYLG VAKURLEIKI.FO:❤ Facebook // https://www.facebook.com/vakurleiki.fo/❤ Snapchat // Vakurleiki.fo❤ Twitter // https://twitter.com/Vakurleikifo/❤ Instagram // https://www.instagram.com/vakurleiki.fo/❤ Pinterest // https://www.pinterest.com/vakurleikifo/❤ Youtube // https://www.youtube.com/c/Vakurleikifo____________________SPURNINGAR: https://vakurleiki.fo/spurningar____________________
Slået op af Vakurleiki.fo i Tirsdag den 17. september 2019
Næstu ferð í Prátið Podcast
2) Meditatión/Sálardjúphugsan
BURDI EIN KRISTIN GJØRT YOGA? MUNURIN Á YOGA OG KRISTNARI MEDITAIÓN? //Prátiðpodcast #4
Aðru ferð í Prátið Podcast
3) Chanting/Messan:
Hvussu so við bólka/almennum Yoga tímum?
YOGAUNDIRVÍSING, MESSAN OG KRISTINDÓMUR? // Prátiðpodcast #5