Um Vakurleiki

Hey! Hjartaliga vælkomin til heimasíðuna Vakurleiki.fo!
Nýggj/ur á her?Vælkomin!

Hví Vakurleiki?

 Endamálið við virkseminum er at finna og síggja vakurleikan í Bíbliuni, evangeliinum og skapanarverkinum. Eg biði fyri, at Harrin gjøgnum virksemi kann virka ávøkst: at menniskju mega koma til trúgv og vera uppbygd, soleiðis tey kunnu blóma har tey eru stødd – Gudi til dýrd. Eisini er endamálið at eggja menniskju at gerast vøkur í talu og atburði, tí hetta er ein stórur partur av okkara vitnisburði sum kristin. Eisini er ynski at skapa meira føroyskt nettilfar, sum er andaligt, gagnligt, festligt og viðkomandi fyri føroyingar. 

 

Hvat var byrjanin til Vakurleiki?

 Tá eg av fyrstu tíð byrjaði at skriva var summarið 2015. Eg skrivaði ofta nógvar stuttsøgur og tankar, sum vóru íblástur úr gerandisdegnum. Fólk vóru ógvuliga glað fyri hesi rit. Fleiri spurdu, um eg ikki fór at stovna eina heimasíðu, soleiðis alt kundi savnast á einum staði. Eftir bøn og leiðslu Harrans, gjørdi eg hetta í oktober 2015. Seinni í desember kom fyrsta video’ið út, sum var um Bíbliuna. Síðan tað eru fleiri rit skrivað, video gjørd og eisini poddvørp. Eg royni tað besta eg kann at tillaga meg til miðlarnir og har fólk eru á alnótini. Alt við tí endamálið at fortelja um Jesus og Bíbliuna.

 

Hvør eri eg?

Eg eiti Dina Jensdóttir Norðberg, eri 29 ár, kona, mamma til tvey og búgvi í Suðri við manninum Evald. Eg starvist sum lærari, og tæni umvegis heimasíðuna sum ein kristin bloggari og Youtubari. Eisini havi eg ein bíbliubólk og luttaki á ymsum kvinnumøtum, ungdómsmøtum, o.ø. Afturat tí, so er bara at siga, at eg eri ein púra vanlig kvinna, sum Harrin hevur frelst av Síni stóru náði.

Hvat er nær?

Meira um virksemi

Bloggurin hevur verið nógv umrøddur á ymsum miðlum, og her ber til at hoyra og síggja nøkur av innsløgunum.

Bleiv gift við besta vini mínum 04.04.2020

Ja, tað var eitt korona brúdleyp!

Kom til trúgv á Jesus sum 9 ára gomul og havi síðan havt eitt ynski um at tæna Jesusi gjøgnum smíl, sang, vitnisburðar og nú eisini netið.

Fun Facts

– Mær dámar kaffi, ís & blómur.

– Eg eri útbúgvin fólkaskúlalærari.

– Eg byrjaði at blogga á www.vakurleiki.fo í 2015.

Mær dámar væl at gera grótlist

GO-TO vers:

 Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! (Filip.4:6)

“Send okkum eitt ummæli av virkseminum, og hvussu tað hevur ávirkað títt lív.”

– Dulnevndur ella við navni