Gestabloggur eftir Torgerð Andreasen

Í bíbliuni tosar Jesus um tveir vegir í Matt. 7:13-14

”Farið inn um hitt tronga portrið! Tí portrið er vítt, og vegurin er breiður, sum førir til undirgang, og tey eru mong, sum fara inn um tað; og portrið er trongt, og vegurin er smalur, sum førir til lívið, og tey eru fá, sum finna hann.”

 

Hann nevnir ein veg, sum mong ganga á, tað er tann vegurin, sum vit øll ofta hava hug at ganga á, tí øll hini ganga á honum. Hetta kann tykjast, at gera hann lættari, men hann kann til tíðir blíva einsligur. Hin vegurin sum hann nevnir er tann smali, tann, sum fá ganga á. Hann er ringur, tí hesin fer í móti streyminum. Men um vit ganga á hesum vegi, eru aldrin einslig, tí har altíð Ein, sum heldur okkum uppi, tá ið vit ikki orka at standa uppi longur. Til endans førir hann til lívið. .

Hvørjum vegi ferðast tú?

 

Tá ið eg valdi at fara tann smala vegin, so hugsaði eg ikki hvat tað innibar. Vit kunnu ikki halda, at vit kunnu fara tann vegin og taka alt møguligt við okkum. Tí á hesum vegi, er ikki pláss fyri hatur, ófyrigeving , hevnd osv. Nei, har er bert pláss fyri einum reinum hjarta, sum bert Kristus kann reinsa fyri okkum.

Vit eru so heldig, at vit hava møguleikan at fara tann smala vegin, ið førir til lívið. Gud gjørdi tað møguligt, við at senda Son Sín Hin einborna, soleiðis, at vit kunnu sleppa heim til Himmals. (Jóh.3,16)

.

  • Hvønn veg velur tú at fara? Heldur tú á á tí breiða, ella velur tú at fara á hin smala, ið førir til lívið?

Bara pláss fyri einum reinum hjarta

 

Skriva viðmerking