Tilbud

Kalendarin við føroyskum orðatøkum 2025!

150,00 kr.

Kalendarin kemur út í næstum. Til ber at gera undan bílegging longu nú.

Hevur tú onkur ynski ella fyrispurningar um aðra týðing/umseting ella viðmerking, so ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við meg á Facebook ella spyr@vakurleiki.fo. 

 

SNIÐ

Ein (16,5 x 21,5 cm) veggja kalendari, ið er innbundin í ringbind við kvalitets pappíri og prenti. Hvør mánaður er prýddur við føroyskum, sniðgjørdum orðatøkum og vatnmálaðum blómum.

Eisini er hvør mánaður merktur við øllum føroyskum, viðkomandi heili- og merkisdøgum. Eisini eru viku nummar og alt, ið tær tørvar at skipa árið, ið stendur fyri framman, um Gud vil. Eisini er pláss at skriva egnar viðmerkingar, føðingardagar o.a. eftir egnum ynski.

Um tað er ov trupult at bíleggja á heimasíðuni, so eru tit altíð vælkomin at bíleggja við at enda mær eini boð á Facebook ella spyr@vakurleiki.fo

Vit royna okkara besta at fáa allar sendar út, áðrenn jól so tit kunnu geva teir í jólagávu. Til ber eisini at velja skund-levering, um tað hevur skund at pakkin kemur fram.

 

– Dina Jensdóttir Norðberg,  © www.vakurleiki.fo

Varenummer (SKU): N/A Kategorier: , ,

Du kunne også være interesseret i...