Hevur tú nakrantíð upplivað, at streymurin fer og tað gerst bølamyrkt? Eina løtu er tað ljós, og knappliga gerst tað bøla myrkt. Tú sært ikki fram um nøsina.

Eg minnist eitt vetrarkvøld fyri fleiri árum síðan, at vit systkini spældu hvør í sínum kamarið. Knappliga fór streymurin, og tað gjørdist bølamyrkt. Hurðin inn í kamarið hjá mær stóð opin, og eg minnist, at eg hoyrdi, hvussu kløkkur lítli beiggi gjørdist. Hann var bara tvey ella trý ár tá. Eg reistist og fór at leita eftir honum. Hann fór at lippa og hevði hug at fara at gráta. Vit systrarnar vóru eisini bangnar fyri myrkrinum, men at streymurin fór var ikki líka fremmant fyri okkum.

Tað var so myrkt hetta vetrarkvøldið, at eingin av okkum sá fram um nøsina. Mamma, sum hevði verið í hinum endanum á húsinum, hoyrdi, hvussu kløkkur lítli beiggi bleiv. Sum eitt fok, so var hon hjá okkum við eini lummalykt. Beinanvegin hon var har, so kendu vit trygg aftur. Hon hugnaði um við ljósum, og vit fóru at spæla Rummikub. Ja, hetta annars so myrka kvøldið gjørdist knappliga ljóst, fjált og hugnaligt. Lummalyktin gjørdist eisini eitt stórt “hitt” hjá beiggja og hann rann runt og spældi við lummalyktini alt kvøldið. Hetta er eitt av mínum yndis minnum frá tí eg var barn.

Hetta bølamykrið, tá man ikki sær fram um nøsina, er støðan, ið vit menniskju eru í andaliga uttan Jesus. Jesus sigur í Matt.5:14

“Tit eru ljós heimsins; staður, ið stendur á fjalli, fjalist ikki.” 

Jesus sigur, hann er ljós-IÐ. Hann er einasta ljósið, sum kann geva okkum andaligt ljós í okkara lív. Uttan Hann, so vera vit verandi í andaligum bøla-myrkrið. Men, hvat merkir tað, at Jesus er ljós heimsins?

Hvussu var støðan hjá okkum hinaferð, tá streymurin fór? Uttan ljós sóu vit ikki, hvar vit fóru og vóru og hetta gjørdi okkum bangin. Soleiðis, er okkara  andaliga støða uttan Jesus. Vit vita ikki hvagar vit fara, hvar vit eru, og vit vita ikki, hvat hendir, tá vit doyggja.

Uttan ljós, síggja vit heldur ikki, hvørji vit eru. Øll av okkum hyggja, at okkum sjálvum til tíðir at kanna eftir, um vit eru hampulig. Hetta mugu vit hava ljós til at kunna gera. Jesus sigur eisini, at andaliga vita vit ikki, hvussu vit síggja út. 

Uttan ljós, vita vit heldur ikki, hvat veruliga er satt. Hevur tú nakrantíð roynt at spælt blindabukk? Kanska tú fangaði ein og vart vísur í, at tað var Dánjal, men tá tú tók bindið av og fekk ljós, sást tú, at tað var Jensa. Tað er ein orsøk, at vit kenna okkum ótrygg at ganga í myrkrið, ella kenna ótta tá streymurin fer. Tað kennist sum myrkrið er eitt bind fyri eyguni og vit síggja einki. Og tá vit ikki síggja, so gera ting, ið vit aldri vildu gjørt í ljósið.

Soleiðis eru vit, uttan Jesus. Vit liva í myrkrið andaliga og vit vita ikki, hvussu vit eiga at liva. So Jesus sigur, at nátúrliga liva vit, ella eru fødd við einum andaligum myrkrið. (Róm.3:23)

Jesus sigur, at Hann er ljós heimsins. Hann vísir okkum hvørji vit eru; at vit eru í einum andaligum myrkrið. Men Jesus kom ikki bara fyri at avdúka okkara gerðir, men Hann kom fyri at lýsa okkum vegin. Hann kom fyri at geva okkum ljós, og Hann gevur okkum hetta í tí løtu vit taka ímóti Honum sum okkara frelsara. Er Jesus títt ljós ella ert tú í myrkrið enn?

 

Lúka 14 eitt ljós

Skriva viðmerking