Bíblian sigur, at tað er bert ein vegur til Himmals og tað er gjøgnum ikki gjøgnum okkum ella nakran halgasið ella gerð. Nei vegurin til Himmals er Jesus – trúgv á Hann.
Tað er ikki nøgdin ella støddin av trúgv sum er avgerandi, men hvat tað er, sum vit seta okkara álit á!
Um onkur ætlar sær tvørtur um eina á eftir eini kav-rotnari brúgv, so hjálpir tað lítið at hava stórt álit á brúnni. Støddin av trúgv fer ikki at fáa brúnna at halda. Um nú onkur annar við lítlari trúgv fer um eina góða brúgv, ja so broytir tað einki upp á brúnna, um tann ferðandi er bangin.
Sum trúgvandi menniskju ferðast gjøgnum lívið saman við Gudi og liva tað lívið, sum Hann ætlaði teimum, so økist trúgvin. Trúgvin er sum vøddar, hon veksur við at verða brúk! Vit vita, at brúgvin til Himmals heldur og tess størri áltið er á brúnna, tess hugaligari er ferðin.
“Tá segði Harrin: “Høvdu tit trúgv sum sinopskorn, so kundu tit sagt við hetta morberjatræ: “Rív teg upp við rót og planta teg í havið!” – Og tað skuldi aktað tykkum.” (Luk.17,6)
Tað, sum um ræður, er ikki hvussu nógva ella stóra trúgv, tú hevur, heldur ikki hvat slag av trúgv. Men er trúgv tín á Kristus, so verður tú frelstur.
Eitt Emmaus Bíbliuskeið sigur soleiðis:
“Tað ber til at trúgva øllum, sum Bíblian sigur um Jesus og tó ikki trúgva á Hann. Tú kanst trúgva, at eitt jarnbreytarfar fer avstað frá støðuni kl.11, og at tað kemur fram til ein bý langt burturi kl.17. Tú kanst trúgva alt um ferðaætlanina, men tú lítur teg ikki til tokið, fyrr enn tú fert uppí tað, tí tú lítur á og roknar við, at tokið skal føra teg hagar tú ætlar tær.
Tað er møguligt at trúgva alt um Jesus og kortini ikki trúgva á Hann. Tú kanst trúgva, at Jesus var føddur í Betlehem, at Hann doyði á Golgata, at Hann reis upp aftur og fór til Himmals. Men tú hevur í veruleikanum ikki trúð á Hann, fyrr enn tú hevur litið á Hann til at frelsa teg frá syndum tínum og føra teg til Himmals.”
– Trýrt tú?
– Ert tú á vegnum sum førir til Himmals?
Skriva viðmerking