Gestabloggur eftir Sigrið Nicodemussen.

Hendan rannsakandi og sera áhugaverda bókin er skrivað av Elyse Fitzpatrick. Hon tekur m.a. útgangsstøði í persónum og hendingum í Bíbliuni. Hesi hava øll til felags, at tey høvdu eitt idol, ein avgud ella okkurt, sum fylti meira enn Gud í teirra lívi.

Idols of the heart 2  idols of the heart

Vit hoyra um Rakul, konu Jákup og mammu Jósef, sum tók nakrar hondgjørdar avgudar við sær. Hon segði: “Gev mær børn, annars doyggi eg!”  Marta hevði onnur ting at takast við enn at seta seg við Jesu føtur og velja hin góða lutin. Kona Lot valdi ólýdni og hugdi aftur um seg, sum Gud hevði sagt, at hon ikki skuldi. Elyse Fitzpatrick skrivar:

“What do you notice about the man who trusts in something else than God? He’s never satisfied.”

– (Hvat varnast tú við einum menniskja, sum setur sítt álit á annað enn Gud? Hann er ongantíð nøgdur)

 

Víst er hetta so sum hon sigur! Tú kanst royna og seta, eitt hvørt inn í setningin hjá Rakul:

Um eg bara hevði havt _______, so hevði mítt lív verið betri”,

men sannleikin er, at einans Jesus kann geva okkum fult nøgdsemi.

 

 

Elyse skrivar soleiðis, um álit á Gud:

“Trusting God means having confidence in Him and obeying His commands, no matter what the cost… Even though I trust Christ for my eternal salvation I frequently encounter other areas of my life where I’m not trusting God.”

– (Álit á Gud merkir at vera sannførdur í honum og fylgja Hansara boðum uttan mun til, hvat tað kann kosta… Hóast eg líti á Kristus til æviga frelsu, so renni eg meg í onnur støð í lívinum, har eg ikki havi álit á Gudi.)

 

 

Tað er lætt at halda, at vit tæna Gudi væl uttan, at vit varnast, at onnur ting, persónar og kenslur fylla meira enn Gud. Tí er undrunarvert at hugsa um, hvar okkara gleði – tín gleði – kemur frá.

Kanska tú heldur, at ein maki ella viðurkenning frá øðrum menniskjum, fer at geva tær fullkomna gleði. Men ein maki ella viðurkenning frá øðrum kann lættliga gerast ein hjartans avgudur (an idol of your heart). Slíkt kann koma at fylla meira enn Gud í okkara hjarta.

 

Betri er at søkja

 

Bókin kemur við hesum spurningunum, sum kunnu hjálpa tær í at seta alt í rætt sjónarmið:

  • Hvat trúgvi eg um kelduna til sanna gleði í øllum umstøðum í lívinum?
  • Hvat trúgvi eg um Gud í hesum umstøðunum?
  • Hvat trúgvi eg um meg sjálvan – míni rættindi, mál og longsul?
  • Hvønn líti eg á?

 

 

Tú kanst eisini brúka hesar spurningarnar:

“… reveal your ‘functional gods’…” (“…avdúka tínar virknu avgudar…”)

  1. What did you want, desire, or wish for? – Hvat vilt tú hava, hvat longist tú eftir og ynskir tær?
  2. What did you fear? What were you worrying about?– Hvat óttast tú? Hvørjum stúrir tú fyri?
  3. What did you think you needed? – Hvat heldur tú tær tørvaði?
  4. What were your strategies and intentions designed to accomplish?– Hvørjar sniðgjørdar ætlanir og endamál hevur tú ætlað tær at rokkið?
  5. What or whom were you trusting? – Á hvat ella hvønn hevur tú sett títt álit á?
  6. Whom were you trying to please? Whose opinion of you counted?– Hvønn roynir tú at hóva? Hvat ummæli um teg hevur týdning?
  7. What were you loving? Hating? – Hvat elskar tú? Hatar tú?
  8. What would have brought you the greatest pleasure, happiness, or delight? What would have brought you the greatest pain og misery? – Hvat hevur givið tær tað størsta nøgdsemi, gleði ella frøði? Hvat gevur (hevði givið) tær størst pínu og sorg?

 

 

Tað verður sagt, at:

“If you passionately desire the respect of others, then your life will be colored by the fear of man. You’ll worship other people’s opinions.”

– (Um tú við eldhuga longist eftir viðurkenning frá øðrum, so verður lív títt litað av ótta fyri menniskjum. Tú fert at dyrka meining menniskjans.)

 

Um tú ikki megnar at gleðast í Gudi aleina. Um tú ikki megnar at fáa gleði og nøgdsemi frá Gudi, so er tað kanska tí, at tú hevur sett onkran annan ella okkurt annað í Guds stað – an idol of the heart. Tað er ikki lætt at varnast hetta einsamallur. Ein góð hjálp er tí at lesa hesa bókina og læra, hvørjar avgudar tú stríðist við. Har eru eisini talvur í bókini og nógv annað, sum var mær, Sigrið, ein góð hjálp.

Eg vil viðmæla hesa bókina til ein og hvønn! Eftir at hava lisið hana kann eg nú siga, at hon er ein av mínum yndisbókum! 

 

 

Hetta er, viðmæli goodreads.com gevur bókini:

Why do we desire to live godly lives yet often find ourselves trapped in habitual sin? Fitzpatrick reveals that idolatry lies at the heart of every besetting sin, and helps us uncover hidden idols in our lives by moving us to ask: Why does the Bible warn about the deceitfulness of sin? What must I have for my life to be meaningful and happy? Do I love God whole-heartedly or are there other loves in my heart that clamor for my attention? She offers readers the hope found in God’s desire to have his children live free of idols, and his commitment to free them by his sanctifying power through Jesus Christ.

 

Vh. Sigrið Nicodemussen

Skriva viðmerking