Frelsan – Jesus Kristus doyði fyri synd heimsins

Jensa og Dánjal søgdu abbanum frá, hvat hent hevði í svimjihøllini um morgunin. Ein genta, sum ikki dugdi at svimja, leyp útí, har djúpast var – av óvart; men lívbjargarin bjargaði henni undan at drukna.

“Tað kundi elvt til ein sorgarleik,” segði abbin. “Sig mær, tá lívbjargarin rætti gentuni hondina, hvat segði hon? Segði hon: Far burtur, mær tørvar ikki tína hjálp?” spurdi abbin.

“Á nei!” segði Jensa, “sjálvandi ikki! Hon tók fast í hond lívbjargarans, og eg hoyrdi, hon segði: “Takk fyri, takk fyri,” aftur og aftur, tá hon kom upp úr aftur hylinum. Hon visti, hon hevði ikki klárað hetta sjálv. Eingin fer at nokta at fáa hjálp frá lívbjargaranum, ið roynir at bjarga.”

“Tíverri er tað ikki so, Jensa.” svaraði abbin. “Hvønn dag nokta fólk at taka ímóti Guds hjálp at bjarga teimum.” Á andlitsbránum sá abbin, at nú var tíð at svara spurningum.

 

Nær eru vit eins hjálparleys og eitt menniskja, ið druknar?

Gud má døma synd. Vit synda, tí vit hava syndanáttúru. Av syndum okkara koma vit undir dóm. Straffin fyri syndina er ævigur skilnaður frá Gudi. Vit eru hjálparleys, tí vit klára ikki at nøkta ein Heilagan Gud. Vit megna ikki at gjalda fyri okkara egnu synd.  Tað, vit gera, er ikki fullgott hjá Gudi. Men Gud elskar menniskjuni, Hann skapti. Hann bjóðar okkum frelsu frá ævigum dómi. Men fyrst mugu vit verða samd um, at vit eru “í neyð” eins og gentan, ið mundi drukna. Vit megna ikki at bjarga okkum sjálv.

 

Hvussu kann eitt menniskja verða frelst frá ævigari revsing?

Eitt menniskja kann ikki frelsa seg sjálvt, og eingin kann gera tað fyri eitt annað menniskja. Tað er einans ein vegur til frelsu fyri menniskju. Bíblian sigur: “Tí meðan vit enn vóru máttleys, doyði Kristus, tá ið tíðin var komin, fyri gudleys” Róm. 5:6. Eitt menniskja, ið er við at drukna, góðtekur hjálpina frá einum, ið er nóg sterkur at hjálpa. Vit mugu góðtaka hjálpina frá tí “sterkara” at frelsa okkum frá ævigari revsing. Gud visti, at vit kunnu ikki frelsa okkum sjálv, tí útvegaði Hann ein Frelsara til okkara – Son Sín, Jesus Kristus.

Um eitt menniskja vil verða frelst, má tað trúgva, at Jesus doyði á krossinum í tess stað. Eitt menniskja, sum trýr, at Jesus doyði fyri tað, er frelst frá ævigari revsing fyri syndir sínar.

Tú ert ein syndari. Kanska tú hevur ikki gjørt so stórar syndir. Tað er gott. Men hóast alt hevur tú syndað og gjørt skeivar gerðir, t.d. at vera myndugleikum ólýðin. Ella tú hevur logið ella verið ófólkaligur ímóti onkrum. Gud vil fyrigeva hvørjum og einum okkara, so at vit verða frelst. Tá gevur Hann okkum ævigt lív, sum vit kunnu njóta saman við Honum í Himli, bæði her á jørð og í Himli, tá ið vit doyggja!

 

Hvussu kann eitt menniskja vita, at tað er frelst?

 At vera frelstur er at vera føddur av Anda Guds. Gud ger tann deyða andan í tí trúgvandi livandi, so hann kann fáa samfelag við Gud. Tann trúgvandi verður barn Guds. Bíblian sigur: “Men so mongum, sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds – teimum, ið trúgva á navn Hansara” Jóhs. 1:12. Gud er álítandi. Hann heldur altíð lyfti Síni. Tí eiga vit at taka Gud uppá Orðið og hava álit á Honum. Jóhs. 3:36 sigur: “Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum.”

Tey, ið eru frelst, kallast kristin. Tey eru eftirfylgjarar Jesus Krists, og tey vilja akta Hann. Tey eru takksom um tað, Jesus gjørdi á krossinum fyri tey. Tey eru eins og gentan í søguni, sum áhaldandi segði “takk fyri” við lívbjargaran.

Hevur tú spurningar í sambandi við frelsuna ella í sambandi við tað at gerast trúgvandi, skriva so spurningarnar niður og send teir til okkara. Vit vilja fegin svara spurningum tínum. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkara.

 

Minnisversið

“Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.” Jóhs. 3:16

Skriva viðmerking