Synd

Synd skilir okkum frá Gudi

“Hví tosa øll so nógv um synd? Hví er tað so týdningarmikið?” vildi Jensa vita.

“Jú,” svaraði abbin, “Bíblian sigur okkum, at syndin er ólýdni ímóti Gudi – syndin kom inn í heimin við Ádami. Hygg, hvat stendur her í Rómbrævinum 5:12.” Hann rætti Jensu opnu Bíbliuna og vísti henni, hvar hon skuldi lesa.

Jensa las: “Sum tí syndin kom inn í heimin við einum menniskja og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu,”

Dánjal breyt hana av: “So havi eg ikki syndað. Eg havi ikki dripið nakran!”

Jensa legði afturat: “Jú, vit gera onkuntíð skeivar gerðir, men vit hava ongantíð dripið nakað menniskja ella gjørt okkum inn á nakran likamliga.”

“Trupulleikin er, at vit eru ikki altíð varug við, at vit synda,” segði abbin. “ T.d. at lúgva, ikki at akta foreldrini, lúnast ella hava ilt í huga er synd.”

“Áh!” søgdu Jensa og Dánjal í felag. “So hava vit syndað, tí tað gera vit.”

“Hatta er júst tað, vit lesa í Bíbliuni,” svaraði abbin. Men vit lesa tíbetur eisini, at ein loysn er fyri syndir okkara.”

 

Hvussu kom syndin inn í heimin?

Les 1. Mós 3:1-7. Tað byrjaði alt við Ádami og Evu og tí eina boðnum, Gud gav teimum at halda. Ádam og Eva livdu í urtagarðinum í Eden. Gud segði, at tey kundu eta av øllum fruktunum á øllum trøunum í urtagarðinum “uttan av trænum til kunnskap um gott og ilt.” Gud vildi hava, at tey vóru honum lýðin. Gud segði, at vórðu tey ólýðin, skuldu tey doyggja. So leingi tey aktaðu Hann, gingu tey og tosaðu við Hann. Tá vóru tey lukkulig saman.

Men nakað ræðuligt hendi.

Ein dag kom Satan, Djevulin, til Evu, í líki av einum ormi. Satan vildi hava, at Eva gjørdist Gudi ólýðin, tí hann hataði Gud. Hann spurdi hana:

1.Mós 3:1b “Hevur nú Gud sagt: “Tit mugu ongum træi í urtagarðinum eta av”?”

Hann segði eisini við Evu, at ikki fór hon at doyggja, hóast hon át av fruktini á hesum serstaka træi. Djevulin vildi lumpa Evu. Og tað eydnaðist honum!

 

Hvønn mun gjørdi syndin?

Gud skapti Ádam og Evu við anda eins væl og likami og sál. Andin er tann parturin av menniskjanum, ið knýtir menniskjað í samband við Gud. Tá Gud segði, at tey skuldu doyggja, um tey vóru Honum ólýðin, meinti Hann við, at tey fóru at doyggja andaliga. Tá tey kendu ónt og gott, skiltust tey frá Gudi. Tey kundu ikki longur ganga og tosa við Gud. Tey vistu, at tey høvdu verið Gudi ólýðin, og kendu seg sek. Nú vóru tey bangin fyri Gudi. Likamliga byrjaðu Ádam og Eva eisini at doyggja. Sum frá leið fór likam teirra aftur í jørðina. Likamið varð aftur til mold, haðani tað upprunaliga kom.

Syndin kom nú inn í heimin. Síðani syndafallið hava øll, ið fødd eru inn í heimin (undantikið Jesus Kristus), fingið syndanáttúru. Tað merkir, at øll, undantikin Jesus, hava ábyrgd fyri

Gudi av sínum egnu syndum.

Róm. 3:19 “… allur heimurin er sekur fyri Gudi.”

 

Minnisvers

“Eingin rættvísur er, ikki ein” Róm. 3:10.

 

 

  •  Er nøkur synd í tínum lívi?
  • Hvat gert tú við syndina?

 

synd, pt.5

Skriva viðmerking