Hvat sigur tú við Jesus? Hevur tú takka Honum fyri frelsuna og valt at fylgja honum? Hvat er tað sum fær teg at drála og siga nei til hesa dýrabaru gávu?
1. Hongdur á kross, í svárari neyð
tó tað var ei hetta, ið voldi hansar deyð,
Hann gav seg so, tú kundi vinna ævigt lív.
Kanst tú fáa teg, at siga nei til tann mann?
2. Um Harrin Kristus kom, og stóð her hjá tær
Hansar tára vattu kærleiks eygu tú sær,
og rætti naglamerktu hond móti tær.
Hvat kundi fingið teg, at sagt nei til henda mann?
Kundi tú litið inn í eygu Hans,
tá tú veitst, at Hann hugsar kært um teg
sagt: “Nei, eg eri ei til reiðar at geva tær alt
eg vil fara mín egna veg.”
3. Jesus er her, tú Hann síggja kann,
um tú bert blundar í hjartanum sæst Hann
nú er tað bert upp til tín,
Hann hevur gjørt alt Hann kann.
Hvat er tað, sum fær teg, at siga nei til tann mann?
Hongdur á kross, har Hann sigurin vann
Kanst tú fáa teg at siga nei til tann mann?
-á, hvat er tað, sum fær teg, at siga nei til tann mann?
Sangur eftir: Samsint 1989
Skriva viðmerking