Gestabloggur eftir Onnu Mariu Steintún.

“Oh, it’s just me, myself and I

Solo ride until I die

Cause I got me for life

(Got me for life, yeah)

Oh I don’t need a hand to hold

Even when the night is cold

I got that fire in my soul”

Brot úr “Me, myself and I” hjá G-easy og Bebe Rexha. Dømi úr einum verðsligum sangi.

Anna Maria Steintún.

Ljóðið av einum kendum sangi dunar úr hátalarunum. Lagið ljóðar gott og niðurlagið er catchy, hóast tú ikk
i beinleiðis skilir, hvat sangurin snýr seg um. Tá tú hevur hoyrt hann nakrar ferðir, minnist tú nøkur orð, ið mæla í høvdinum. Tú fært ikki heilt sett fingurin á, hvat tað er, sum ger, at júst hesin sangurin er so fangandi. Eftir eina tíð, tá sangurin hevur spælt á replay í útvarpinum leingi, er ein um at gerast svakur av tí sama lagnum. Hettar, sum var so gott fyri ikki langari tíð síðani. Júst eftir hettar kemur eitt nýtt lag, ið er ókent, men tó so fangandi. Aftur hesaferð er trupult at siga, hvat ger sangin so góðan, men hann byrjar at mæla í høvdinum og taka plássið hjá tí fyrra sanginum.

 

Hetta hava tú og eg upplivað mangan, og sjáldan geva vit okkum far um, hvat verður sagt í sanginum. Vit fanga eitt brot úr sanginum, og mangan fara vit á kompromis við tí, ið sagt verður. Vit skilja, at sangurin snýr seg um nakað, ið púra stríðir ímóti okkara sannføring. Og tó vilja vit ikki sleppa sanginum. Vit hugsa “Ah.. tað man ikki vera so farligt, um vit bara lurta eitt sindur...” og vit gera neyðsemjuna:

“She’s up all night ’til the sun
 

I’m up all night to get some

She’s up all night for good fun

I’m up all night to get lucky”

Brot úr “Get Lucky” hjá Daft Punk. Dømi úr einum verðsligum sangi..

 

Hvat sigur Bíblian um evnið? Fyrst og fremst er týdningarmikið at minnast, at vit vera ávirkað av øllum, ið vit hoyra, lesa og síggja. Tískil er tað týdningarmikið, at vit lata okkum fylla av tí, sum vit ynskja skal mynda okkum. Vit vera eggjað til í Bíbliuni at halda okkum til tað, sum er gott og rætt:

“Alt, sum satt er, alt sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!” (Fil. 4,8)

 

 

Men hvussu kunnu vit so vita, hvør tónleikur er góður, og hvør er ringur? Vit lesa fleiri ferðir í Bíbliuni, at lovsangur verður sungin, og at tað enntá verður eggjað til at syngja:

“Líður nakar av tykkum ilt – hann biði! Er nakar glaður – hann syngi lovsong!” (Ják.5,13)

.

Ígjøgnum tónleik ber til at útrykkja seg á ein øðrvísi hátt. So er spurningurin bert, um hesin miðilin verður brúktur til at uppbyggja ella til at bróta niður. Kanska teksturin ikki beinleiðis stríðir ímóti Bíbliuni og tínum egnu virðum, men at hann heldur ikki er til gagn á nakran hátt.

Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna! (Róm 12,2)

Alt er loyviligt – men ikki alt er gagnligt! Alt er loyviligt – men ikki alt byggir upp! (1.kor.10,23)

Eg kann siga frá egnum royndum, at tónleikur ávirkar nógv tankagongdina. Nakrir sangir hava tað ávirkan, at teir kunnu fáa teg at hugsa meira um Gud, ímeðan aðrir kunnu fáa teg at hugsa um alt annað enn Gud. Og tá tað longu er so nógv í okkara gerandisdegi, ið tekur okkara tíð og tankar, so havi eg sjálv valt bert at lurta eftir tónleiki, ið er til uppbygging. Við hesum verji eg meg sjálvan frá at gloyma Gud. Gud er trúfastur, men tað er so ofta, at vit gloyma at brúka tíð saman við Gudi. Við at vera tilvitaður um, hvat vit fylla okkum við, kunnu vit gera tað lættari fyri okkum sjálvi.

.

 

Vit eru fyrimyndir. Eitt annað, sum trúgvandi noyðast at hugsa um er, hvussu okkara gerðir ávirka okkara næsta. Serliga, tá hugsað verður um tey kring okkum, ið ikki eru trúgvandi. Tey eygleiða, um samsvar er ímillum tað, sum tú sigur og tað, sum tú gert. Eisini mugu vit hugsa um, hvussu vit ávirka onnur trúgvandi. Kanska serliga tey, ið eru nýggj í trúnni og hyggja at, hvussu tú livir títt kristna lív.

Latið okkum tí stevna eftir tí, sum er til frið og til uppbygging hvørs annars! Brótið ikki niður verk Guds fyri mats skuld! Víst er alt reint; men tað er tí menniskja ónt, sum við at eta fær ástoyt. Beint er, ikki at eta kjøt, drekka vín ella gera nakað, sum er bróður tínum ástoyt. (Róm. 14,19-21)

 

Vert at hugsa um. Tá ein gerst trúgvandi, so er sjálvandi meira at hugsa um, tí vit liva ikki bert fyri okkum sjálvi. Nú hevur tú fingið nøkur vers, og nakrar av mínum tankum um hetta evnið. Ikki bert gera, sum eg geri, men hugsi um hetta. Ver tilvitaður um, hvørjum sangum tit lurta eftir. Eg biði fyri, at Gud kann tala til tykkum og geva tykkum vísdóm til at taka rættar avgerðir, soleiðis at tit kunnu vaksa í vísdómi og í trúnni.

 

“Varðveit hjarta títt fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út.” (Orð. 4,23)

.tónleikur

 

Tað eru nógv, ið dáma væl at lurta eftir tónleiki. Men tað er ikki altíð so lætt at finna góðan tónleik, tá man sjálvur skal fara at leita. Um tú situr og hugsar, at hetta er júst tú, so havi eg valt nakrar góðar sangir út. Nakrir eitt sindur hipster, ímeðan aðrir eru vera meira pop, coffehouse, worship o.a. Um tú vilt hava fleiri sangir, so kanst tú fylgja mær á Spotify ella Youtube og fáa íblástur haðani.

 

 

Fleiri sangir:

Trýst her: Anna Maria – Youtube, Anna Maria – Spotify, Andaligur Workout Tónleikur – spotify og Vakurleiki.fo – Tónleikur

Skriva viðmerking