Dagsins Tellonym spurningur

  • Hey Dina. Eg havi eina vinkonu, sum altíð heldur, at hon ikki er góð nokk, fyri Gudi, hennara familju og vinfólki, hevur tú onkur vers, sum eg kann brúka at hjálpa henni?

Ólík fyridømi & borgarskapur og vón hins trúgvandi(Filip.3:17-21): Verðið eftirfylgjarar mínir, brøður, og aktið eftir teimum, ið so liva – tit hava jú okkum til fyrimynd! Tí mong liva – eg havi sagt tykkum tað mangan, og eg sigi tað aftur nú, og við tárum – sum fíggindar kross Kristusar; endi teirra er undirgangur, búkurin er gudur teirra, tey seta heiður sín í skomm sína, og tey tráa eftir tí, sum á jørðini er. Men borgaraskapur okkara er í Himlunum; haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus,

  • Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.

Í undanfarnu pørtum hava vit tosa um fyridømi, og hvar hins gleði trúgvandi er grundað, um millum navnkristin og sonn kristin. Hvussu ein kristin ber seg at. Í dag fara vit at tosa um, hví Gud frelsir okkum? Góð og vánalig fyridømi fyri kristin. At enda fara vit at tosa um vón og borgaraskap hins trúgvandi.

 

3:17

Filip.3:17: Verðið eftirfylgjarar mínir, brøður, og aktið eftir teimum, ið so liva – tit hava jú okkum til fyrimynd!

Paulus hevur nevnt seg sjálvan sum fyridømi og eggjar tey í Filippi at fylgja honum eftir.

  • Í føroyum er kanska nokkso vanligt, at ein skal ikki halda at man er nakað. Og tað er ikki tað, at vit eru nakað serligt sum Kristin, men sum Kristin, tá vit fylgja Kristusi eftir, so kunnu vit eggja øðrum at fylgja okkum eftir, tí verkið sum Gud hevur gjørt í okkum. Vitandi at Gud arbeiðir í øðrum við. Eg haldi ongantíð, at eg havi sagt “*Hey! fylgi mær eftir!” Men eg minnist ógvuliga gott tað ábyrgd og álvarsemi, ið eg merkti á mínum herðum, aftaná eg hevði verið leiðari á Zarepta. Eg ynskti at vera eitt gott fyridømi fyri tær gentir eg hevði verið leiðari hjá. Eg ynskti ikki at sær skuldu finna meg á einum óvæntaðum staðið, hvørki í býnum ella á sosialu miðlunum, og vera skuffaðar av mínum atburði, ið kundi brotið niður trúgv teirra. Kanska var hetta, tí eg hevði so mangan verið skuffa sjálv.

2. Tim. 2,15-18: “Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt! Men halt teg burtur frá hinum vanheilaga, tóma tosi! Tí tey fara altíð longur í gudloysi, og orð teirra koma at eta um seg sum kreft. Millum teirra eru Hýmeneus og Filetus, sum eru vilstir burt frá sannleikanum… – og bróta niður trúnna hjá summum.”

Emmaus Bíbliskeið skrivar:

“Vit hoyra ofta slíkar málberingar, kanska í skemt, “Ger sum eg sigi, og ikki sum eg geri.” Hetta gjørdi Paulus ikki. Paulus hevði fingið miskunn *Guds, fyri at hann skuldi verða ein fyrimynd, soleiðis at alt lívið eftir umvending hansara var haldað at vísa øðrum, eins og ein yvirlits-mynd (blueprint), hvussu ein kristin átti at vera. Gud frelsi Paulus fyri at hann kundi vísa fyrimyndini av umvending síni, at Jesus Kristus kann og vil gera fyri onnur tað, sum Hann gjørdi fyri hann. Var hetta ikki aðalmálið, sum Harri okkara hevði í huga, táið hann framdi miskunn Sína móti tær og mær? Eg trúgvi, at Hann hevur frelst okkum til at verða fyrimyndir fyri øll trúgvandi í komandi tíð. Eru vit av sonnum teimum fyrimyndir, sum eru vorðin frelst av náði Hansara. Gævið so var!”

“Og aktið eftir teimum, ið so liva – tit hava jú okkum til fyrimynd.” HEtta vísir til øll hini, sum liva sama sandaliga lív sum Paulus. Tað merkir ikki at kann tey við atfinningarsomum eygum, men eygleiða tey fyri at kunna ganga í fótafetum teirra.

 

3:18-19

Filip.3:18-19: Tí mong liva – eg havi sagt tykkum tað mangan, og eg sigi tað aftur nú, og við tárum – sum fíggindar kross Kristusar; endi teirra er undirgangur, búkurin er gudur teirra, tey seta heiður sín í skomm sína, og tey tráa eftir tí, sum á jørðini er.

Paulus nevnir nú í næst ørindunum nøkur, sum kristin ikki eiga at fylgja eftir. Stuttligt nokk, so kunnu fólk, ið taka ófornuftig væl vera ólík fyridømi, sum summi rópa tað. Fyridømi um “skræk og advarsel.”

Paulus greiðir ikki frá presis hvørjir hesir menn vóru, men vit vita, at teir vóru jødiskir falslærarar, ið vóru kristnir lærarar við eiti, men sum lærdi skeivt evangeliium. Paulus skrivar aftur hesa áminning “við tárum”, tí teir oyddu lív og vóru vanæru yvir navn Jesusar. Teir myrkaløgdu krossins sanna týdning.

Endi teirra, lønin, var ævigur undirgangur. Tvs. Gud fór at døma teir til eldsjógvin í allar ævir. Alt teir gjørdu var fyri tímiligan vinning (Búkurin var gudur teirra) Tað sum hevði týdning fyri tey vóru matur, klæði. æra, hugni og stuttleiki. Hesir menn reypaðu um tað, ið teir áttu at skammast yvir.

 

3:20

Filip.3:20: Men borgaraskapur okkara er í Himlunum; haðani vænta vit eisini sum Frelsara Harran Jesus Kristus,

Tá brævið var skrivað, var Filippi rómversk niðursetulang (Áp.16:12). Fólkið har vóru rómverkir bogarar og nutu av verju og framígjárættindi. Men tey vóru eisini borgarar undir yvirvøldini á staðnum. Tað er ikki so ring fyri føroyingar at skilja. Tí vit eru føroyingar og eisini danskir statsborgarar, og kunnu njóta verju og tey í framíhjárættindi, ið tða bjóðar okkum við m.a. lesnaði osv.

Við hesum báðum borgaraskapunum so minnir Paulus tey kristnu á, at borgaraskapur teirra er í Himlinum. Trúskapur hins trúgvandi er fyrst til Harran í Himlinum, og síðani tann jarðarliga mótvegis yvirvøldini, ið er innsett av Harranum. Vit eiga tí at vera yvirvoldini líðin, so leingi tað ikki er beinleiðis banna av Harranum.

 

3:21

Filip.3:21: sum skal umskapa virðileysa likam okkara, so tað verður líkt dýrdarlikami Hansara, eftir kraftini, sum Hann eisini kann leggja alt undir Seg við.

Tá Jesus kemu rniður av Himli fer hann at broyta okkara virðisleysu likam. Tey eru virðisleys, tí tey eru bundin at forgeingiligleika, aldur, líðing, sjúku og deyða. Tað avmarkar og tarnar okkum. Gud fer tí at broyta okkara likam til dýrdarlikam. Hesi eru ikki tarnað ella avmarka av deyða, sjúku, líðin, tíð og umstøðum. Tey eru verulig likam, men sum hóska tl umstøðrunar í Himli. Tað verður líkt Jesusar uppreisnar likamið, og hetta er av sonnum nakað undurfult og spennandi at síggja fa, til.

“Eftir krafini, sum Hann eisini kann leggja alt undir Seg við.” – Tá Jesus fer at umskapa okkara likam, so fer hann at brúka somu guddómsmegi, sum hann seinni fer at brúka at leggja alt undir seg við. Jesus hevur guddómseginleikar og tey eru m.a.

  • Hann er mentur at frelsa (Hebr.7:25)
  • Hann er mentur at hjálkpa (Hebr.2:18)
  • Hann er mentur at varðveita (Judas 24)
  • Hann er mentur at halda nirði (Filiå.3:21)
  • Hann er eisini mentur at leggja undir seg. (Filip.3:21)
  • Leiða okkum yvir um deyðan, tí hann er Gud okkara frá nú og til ævigar tíðir. (Sálm.48:15)

 

Dagsins Tellonym spurningur

  • Hey Dina. Eg havi eina vinkonu, sum altíð heldur, at hon ikki er góð nokk, fyri Gudi, hennara familju og vinfólki, hevur tú onkur vers, sum eg kann brúka at hjálpa henni?

Skriva viðmerking