Dagsins Tellonym spurningur
“Eg elski Gud og trúgvi og haldi eg eri frelst, men eg biði ikki… ikki tí eg ikki vil, men eg gloymi tað bara… kann eg vera frelst.”
Er tað nokk at lesa Bíbliuna og vera trúgvandi, ella skal man eisini ganga í kirkju ella vera í samkomu?
Rættvísi av lóg ella rættvísi av sonnum (Filip.3:3-9): Tí vit eru hinir umskornu, vit, sum tæna Gudi í Anda Hansara, rósa okkum í Kristi Jesusi og ikki seta lít okkara til holdið. – Ja, eg havi nú tað, sum eg kundi sett lít mína til, í holdinum við. Heldur nakar annar seg kunna seta lít sína til holdið, so kann eg tað meir. Eg eri umskorin áttanda dagin, eri av tjóð Ísraels, av ætt Benjamins, Hebreari av Hebrearum, eftir lógini Fariseari. So íðin var eg, at eg lá eftir samkomuni, og í rættvísi eftir lógini var eg ólastandi. Men tað, sum var mær vinningur, havi eg fyri Kristusar skuld roknað fyri tap, ja, sanniliga, og eg rokni alt fyri tap móti tí, sum er so mangan meiri vert: At kenna Kristus Jesus, Harra mín, fyri hvørs skuld eg havi mist tað alt. Og eg rokni tað fyri skarn – fyri at eg kann vinna Kristus og verða funnin í Honum, ikki við rættvísi míni, henni, sum av lógini er, men við rættvísini, sum er við trúgv á Kristus, rættvísini frá Gudi, sum er grundað á trúgv.
- Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.
Í undanfarnu pørtum hava vit tosa um fyridømi, og hvar hins gleði trúgvandi er grundað, eisini tosaðu vit seinast um lygilærarar, hvat tað er og hví Paulus kallar teir hundar. Í dag fara vit at tosa sindrr um munin millum lygilærarar (navnkristin) og hvat sonn rættvísi er.
3:3
Paulus greiðir í hesum versunum frá at sonn trúgvandi, eru tey sum skilja at holdið sagnar teimum einki, og at ein sjálvur kann einki gerða í egnari styrki fyri at vinna náði Guds. Náði Guds kann einans vera móttikin sum ein gáva. (Ef.2:8).
Síðani lýsir Paulus við trimum dømum at tey, sum av sonnum eru trúgvandi (andaliga umskorin), at tað eru trý eyðkenni fyri tey.
- Tey tilbiðja Gud í (ella við) Andanum. ein sonn andalig tilbiðjan og ikki bert tómur halgisiður. Í sannari tilbiðjan kemur ein trúgvandi inn í nærveru Gud við trúgv og útoysir sín kærleika, fagnaða, lov og prís. Hin vegin er (sálarlig) kenslulig ella verklig tilbiðjan bundin at vøkrum bygningum og kirkjuligum innbúgvi við margbroyttum halgisiðum, við prestklæðum í listvevnaði og mongum øðrum, sum kenlsur verða drignar at.
- Tey, sum eru av tí sonnu umskeringin, gleða seg í Kristi Jesusi, ella tað, ið betur er, tey rósa sær í Jesusi. Bara Jesus er grundalagið fyri rós teirra. Tey rósa sær ikki av sínum avrikum, mentanarligum fyritreytum og teirra trúskaoi móti sakramentum (halgisiðir).
- Tey seta ikki álít sítt til holdið. Tey halda ikki, at tey kunnu vera frelst við holdsligum stevi og varðveita frelsuna í egnari megi. Tey vænta einki gott av teirra likamligu náttúru, og vera ikki skuffa, tá tey royna í egnari megi.
3:4-6
Meðan Paulus hugsar um hesar menn, ið rósa sær av holdsligum fyrimunum og evnum, so man kann nokk smáflenna fyri seg sjálvan, tí kundu teir rósa sær, so kundi Paulus tað meira. Í hesum versunum vísir hann á, hvussu hann mennsikjaliga var “fullkomin” ella kundi havt nógv at róst sær av. T.d. Kanska “trúgvandi foreldur”, “trúðboðarabarn”, “barnadoyptur og konfirmeraður” ella okkurt tílíkt í dag. Paulus vísir á alt hann er í holdinum og hvussu tað EINKI er vert, hví? Jú, tí einki kann frelsa hann. Alt er bara skitnar spjarrar, sum hann vísir fram alment. Tá Paulus skrivar versini 5-6 so reypar hann í spølni, fyri at vísa á at hesi ting hava einki at siga. Tey hava einki virði, tí tey kunnu ikki vinna nøkrum menniskja frelsuna. Eg skal greiða sindur betur á, hvat hann sipar til her:
- Umskorin áttina dagin, merkir at hann var føddur jødi, og var ikki ein sum var umvendur til jødadóm.
- Av tjóð Ísraels, merkir at hann var av útvalda jørðiska fólki Guds.
- Av ætt Benjamins, var tann ættin, sum var mett at vera ein av teimum leiðandi ættunum. (Dóm.5:14), og úr henni kom fyrsti kongur ísraels.
- Hebreari av Hebrearum, merkir at bæði foreldrini vóru jødar ella hoyrdu til tann partin av tjóðini, sum hevði varðveitt uppruna málið, siðir og skikkir.
- Eftir lógini Fariserari. Farisearar vóru ein rætttrúgvandi trúarflokkur, meðan saddukearar høvdu vrakað læruna um uppreisina (lívið aftaná deyðan, bíblisk rætta).
- Paulus sigur enn tá, at hansara lýdni var so stórt, at hann lá eftir samkomuni, sum hann helt vera ein vranglæra. Hann helt nevniliga áðrenn hann kom til trúgv at kristna læran var ein hóttan.
- Paulus vísir á her, at hann var ólstandi, men ikki syndaleysur (Róm.7:9-10), Hevði Paulus brotið lógarbrot, so var hann ansin at bera tað offurbót, sum lógin kravdi. Paul var ein framúrskarandi maður, tá vit hugsa um hansara uppruna, ætt, gudstrúgv, íðinskap og persónligu rættvísi hansara.
3:7-8
Alt hetta sum Paulus nevnir, at hann kundi reypa sær av, roknar hann fyri tap. Hann setur alt upp móti hvørjum øðrum soleiðis:
Tap | Vinningur |
Allur fíggjarligur vinningur | Kristus |
Allur tímiligur vinningur | |
Allur likamligur viningur | |
Allur viningur í samband við mentan, siðalæru og trúarlæru | |
osv. |
Alt tað, sum áður var honum vinningur, roknar hann nú sum tap. Tað einasta, sum hann roknar sum virði er Kristus, at vera hansara barn: “Verða funnin í Kristusi”. Paulus hevði als ikki verið frelsur um hann hevði sett sítt álit á hesar lutir, tí roknar hann hetta sum tap.
Tá Paulus kom at kenna Jesus sum sín persónliga frelsara, so rósti hann sær ikki longur av forfedrum, tjóðskapi, mentan, mekt, mæti, lærdómi, átrúnaði og persónligum evni. Hann roknaði tað sum burturkast/skarn (avførningur), fyri at hann kundi vinna Jesus. Paulus kvetti dullkomiliga bond síni til jødadóm sum frelsumiðil. Av hesi grund gjørdi familjan hann arvaleysan, undanfarnu vinirnir vrakaðu hann og landsmenn hansara royndu at drepa hann. Paulus kom veruliga at kenna tapið av øllum, tá hann gjørdist kristin. Eitt orðatak sigur:
“Tað kostar einki at blíva kristin, men tað kostar alt at vera ein.”
3:9
Paulusar hjartamál at halga sítt lív í tænastu. Hansara hjartans ynski er, at Kristus skal vera vinningurin, hansara stavnhald. Í tí løtu Paulus trúði á Kristus, stóð hann í eini nýggjari støðu fyri Gudi. Syndin var burtur og skitnu spjarrarnar av sjálvrættvísi, sum hann hevði roynt at ogna sær við at halda lógina, blakaði hann frá sær. Nú var hann ílatin rættvísi Guds. Vit menniskju mugu vera ílatin í rættvísi fyri at kunna hava samfelag við Gud, og hesa rættvísi fáa vit í frelsuni, tað løtu vit taka ímóti Jesusi. Rættvísi er ikki nakað vit kunnu vinna við at lesa nógv í Bíbliuni ella ganga á møti ella biðja nóg mikið. Vit vera frelst við at taka ímóti Jesusi. Róm.10:9-10
Tellonym:
“Eg elski Gud og trúgvi og haldi eg eri frelst, men eg biði ikki… ikki tí eg ikki vil, men eg gloymi tað bara… kann eg vera frelst.”
Er tað nokk at lesa Bíbliuna og vera trúgvandi, ella skal man eisini ganga í kirkju ella vera í samkomu?