Les Jóh.3,1-21

 

Tað sum endurføðingin ikki er (Jóh.1,12-13)

  1. Endurføðing er ikki nakað, ið kann arvast – “ikki av blóði.” Tvs. at hóast ein er føddur av trúgvandi foreldrum, verður ein ikki kristin av tí. (Jóh.1,13)
  2. Endurføðing fæst ikki í lag av egnum atvoldum – “ikki av holds vilja.” Líka sum eitt barn ikki verður føt av egnari viljakraft, soleiðis kann ein ikki við egnari megi fáa endurføðingina at henda. (Jóh.1,13)
  3. Endurføðing er ikki nakað, ið menniskju kunnu gera fyri okkum – “ikki av mans vilja, men av Gudi.” Einki menniskja, líka mikið, hvussu stór og týðandi teirra religiøsa støða kann vera, kunnu tey ikki geva øðrum menniskjum part í endurføðingini. Øll fyriskipan og allir halgisiðir av religiøsum slag kunnu aldri virka til eina endurføðing. (Jóh.1,13)
  4. Endurføðing er ikki ein likamlig broyting. Endurføðing er ein andalig broyting. (Jóh.3,4-6)
  5. Endurføðing er ikki ein stættar ella staðar broyting. Hin endurføddi heldur áfram at liva her á fold, við tí fyri eyga at æra Harra og Frelsara sín. (1.Kor.7,20-24; Kol.3,22-24)
  6. Tað er ikki nóg mikið at hava eina mentunarliga ella intellektuella uppfatan av, hvat endurføðing er. Eitt menniskja kann hava religiøsan kunnleika, vera sett til kristiliga tænastu og vera ein prædikari, uttan at vera føddur av nýggjum. Tað finnast mong slík. Teoretiskt kann ein vita, hvat ið neyðugt er, uttan sjálvur at hava verið endurføddur. (Matt.7,22)
  7. Endurføðing er ikki ein menning ella ein stigvísur vøkstur av onkrum andaligum lívi, sum ein hevur í sær (Ef.2,2). Syndarar eru andaliga deyðir. Lív kann ikki byrja har tað ikki er til. (Rómbr.3,23)
  8. Endurføðing er ikki eitt siðaskifti ella sjálvsbót, har sjónligir vanar verða avlagdir. Endurføðing er ikki broyting av medferð, men ein broyting av menniskjanum.
  9. Endurføðing er ikki ein ella onnur trúarlæra. Tað ver til at vera vælmeintur í síni religiøsu uppfatan og vera doyptur, komfirmeraður og limur í kristiligari samkomu, vera lærari í sunnudagsskúlanum og hava eitt ella annað virki í samkomuni og enntá prædikari, og tó ikki vera endurføddur. Jesus nevnliga við eingudrøknan, religiøsan og siðiligan mann, at hann mátti endurføðast, um hann skuldi sleppa til Himmals. (Jóh.3,1-16).

 

Tað sum endurføðingin er 

  1. Endurføðing er ein andalig broyting (Jóh.3,8), sum bert Gud er førur fyri at virka (Jóh.1,13).

 

Hví má eitt menniskja verða føtt av nýggjum?

  1. Gjøgnum synd sína fekk Ádam eina syndiga náttúru, og ein og hvør av hansara eftirkomarum – eisini tú og eg – eru fødd við hesi syndigu náttúru (Rómbr.5,12 og 18-19 og Sálm.51,5). Lyndið í syndigu náttúru okkara, verður kallað holdið, og í Rómbr.8,7-8 lesa vit, at “Tráan holdins er fíggindskapur móti Gudi, og tað gevur seg ikki undir lóg Guds” og at “tey, sum í holdinum eru, kunnu ikki toknast Gudi.” Tokknast, vil siga, at menniskja er tí ikki gott nokk í sær sjálvum í síni synd fyri Gudi. Vit hava av náttúru, tvs. við okkara likamligu føðing, ikki andalig evni, sum kunnu gera okkum før fyri at hava hug til, skilja og njóta tað, sum Gudi hoyrir til. Gjøgnum endurføðingina fáa vit ta andaligu ella guddómligu náttúru, sum gevur okkum evni til at skilja og njóta tað, sum hoyrir Gudi til. “Tað, ið føtt er av holdinum, er hold, og tað, ið føtt er av Andanum, er andi.” (Jóh.3,6)
  2. Menniskja má føðast inn í eitt andaligt ríki, sum tað ikki av náttúru kann síggja ella koma inn í (Jóh.3,3-5). Bert ein andalig føðing kann føra ein inn í nýggja ríkið, andaliga ríkið. Orðini “Føddur av nýggjum” merkja á frummálinum eisini “føddur oman úr erva.” Hetta sigur okkum hvaðan hendan føðing kemur. Likamliga føðingin er av menniskjanum og á jørðini, men hin andaliga føðingin hevur uppruna sín í Gudi og er av Himlinum (Rómbr.8,9).
  3. Av tí at menniskjað av náttúru ikki eigur andaligt lív, er endurføðingin neyðug. Bíblian sigur, at mennsikja er deytt í misbrotum og syndum sínum, tí tey hava ikki hitt sanna lívið. (Ef.2,1; Ef.4,18; 1.Jóh.5,11-12). Vit siga, at eitt likam er deytt, táið lívsandin er farin og líka sigur Bíblian, at ein og hvør, sum er uttan andaligt lív, er andaliga deyður (1.Tim.5,6 og Luk.15,24). Deyðin merkir skilnaður. Tað at vera skildur frá lívskelduni, sum er Gud og Kristus, er at vera deyður andaliga (Jóh.1,4). Hvussu kann hin andaligi deyði fáa andaligt lív? Svarið er: “Sanniliga, sanniliga sigi Eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð Mítt og trýr Honum, ið sendi Meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm, men er farin yvirum frá deyða til lív.” (Jóh.5,24) Les eisini (Jóh.3,16; Jóh.6,47; Jóh.10,26-28; 1.Jóh.5,13).

 

Hvussu verður eitt menniskja verða føtt av nýggjum?

Jesus vísir á tríggjar lutir, sum samvirka til endurføðing. (Jóh.3,1-21; Mós.21,4-9)

  1. Orð Guds, Bíblian: Við at trúgva orði Guds (Jóh.3,5). Vatnið, ið verður umtalað her í Jóh.3,5, er orð Guds (Ef.5,26; Jóh.15,3; Sálm.119,9). Vatnið her hevur einki við dópin at gera. Onnur støð í Bíbliuni vísa okkum týðiliga, at endurføðingin verður virka gjøgnum orð Guds (1.Pæt.1,23-25; Ják.1,18). Vatn verður nýtt at reinsa eygu okkara fyri ruski og øðrum, ið kann leggja seg fyri sjónina, soleiðis vil orð Guds reinsa sinni syndarans frá skeivari hugsan um Gud og frelsu Hansara, táið orði verður lisið og trúð. Tá ið orð Guds treingir seg inn í sinnið, upplýsir tað fortaptu støðu menniskjans (Rómbr.3,10-19), men eisini kærleika Guds at bjarga tí neyðstadda (Jóh.3,16) og vísir á, hvussu syndarin kann verða frelstur (Róm.10,1-17).
  2. Heilagi Andin: Vit vera endurfødd við Anda Guds, sum tekur bústað í honum,  ið trýr (Jóh.3,5). Heilagi Andin, triði persónurin í Guddóminum, bleiv sendur av Gudi til okkara eftir himmalferð Jesusar. Ov ið orði Guds sannføror Hann menniskju um synd teirra og roynir at ávirka og leiða tey at seta álit sítt á Jesus. Síðani tekur Heilagi Andin búgv í honum, sum trýr og gevur honum lut í guddómligari náttúru og evni til at skilja andalig viðurksifti og ynskir at leiða hin endurfødda inn á sannleiksvegin. (Les Jóh.16,7-15; Ef.1,13; Ef.4,30; 2.Pæt.1,2-3; og Gal.5,22-26). Tá hin óendurføddi lesur ella hoyrir orð Guds, leggur Heilagi Andin honum sannleikar orðsins á hjarta við sannførandi megi og vísir honum vónleysu støðu sína sum ein fortaptur, sekur og hjálparleystur syndari. Síðani opinverar Heilagi Andin gjøgnum Orðið felsuvegin við trúgv á Jesus og fullgjørda verk Hansara á Golgata. Í somu løtu, sum syndarin trýr á Jesus, tekur Heilagi Andin bústað í honum, og hann verður við Andanum innsiglaður sum ein ogn, ið Jesus hevur keypt sær. Endurføðingin hvílir ikki á kenslum okkara, men á einum tryggari grundarlag, sum er Jesus og orð Hansara (Hebr.11,1).
  3. Endurføðingin hendur tá vit trúgva á Jesus og verk Hansara á Golgata fyri okkum (Jóh.3,14-16). Nikodemus spyr Jesus: “Hvussu kann hettar vera?” Jesus svarar við eini hendin í GT í 4.Mós.21,4-9, fyri at lýsa, hvussu ein syndari kann verða føddur av nýggjum. Hendingin kann siga í 7 orðum: “synd, dómur, umvending, opinbering, frelsumiðal, treytirnar, úrslitið.”
    1. Synd: (4.Mós.21,5) Eins og Ísrael syndaði í oyðimørkini, hevur øll mannaættin syndað móti Gudi í hugsan, orðum og verkum (Rómbr.3,23).
    2. Dómur: (4.Mós.21,6) Á sama hátt sum synd teirra førdi rættísan dóm Guds yvir tey, so hevur Gud opinverða vreiði sína yvir alla synd. (Rómbr.1,18; Rómbr. 6,23; Job.36,17)
    3. Umvending: (4.Mós.21,7) Ísraelsmenn játtaðu og bóðu um fyrigeving fyri synd sína. Henda umvending – eitt broytt sinnalag við øðrum hugburði mótvegis Gudi, vísir seg eisini í einum broyttum verumáta. Gud krevur jú, at syndarin fær annað sinni 0g vendir við. (Luk.13,3; Áp.17,30; Áp.20,21; Mark.1,15)
    4. Opinbering: (4.Mós.21,8) “Og Harrin segði:”Á sama hátt sum Gud opinberaði Mósesi, hvussu teir ormabitnu Ísraelsmenn kundu verða bjargaðir, so hevur Gud opinberað okkum veg sín til frelsu.” (Jóh.3; 2.Tim.3,15-17; Rómbr.10,8-9)
    5. Frelsumiðal: (4.Mós.21,8-9). Ein koparormur varð gjørdur og hongdur uppá eina stong, soleiðis at øll í tilhaldinum kundu síggja hann. Tað er hesa samanbering, Jesus hevur í Jóh.3,14. Eins og Móses lyfti upp ormin, so mátti Jesus verða lyftur upp á krossin fyri at útvega frelsu fyri tað syndabitnu mannaætttina. Á krossinum bar Jesus synd okkara og tók dómin, sum synd okkara hevði uppiborði. Við deyða sínum uppfylti Hann øll rættvísu krøv Guds móti syndaranum. Gud hevur boðað, at Hann hevur góðtikið staðgonguoffur Jesusar, við at reisa Hann upp aftur frá hinum deyðu. (Les Es.53,5-6; 1.Kor.15,1-4; Rómbr.5,7-8).
    6. Treytirnar: (4.Mós.21,8) “Tann, sum hyggur.” Hóast koparormurin varð lyftur upp, var tað ikki nóg mikið at bjarga honum, sum bitin var. Nei, ein og hvør, ið bitin varð, mátti hyggja á koparormin fyri at liva. Kristus er deyður fyri syndir als heimsins, og Hann fullførdi frelsuverkið á Golgata. Tó verða allir heimsins syndarar ikki frelstir, men bert tey einstøku, sum taka ímóti Jesusi og trúgva á Hann, sum Frelsara og Harra. Tað var hettar, Jesus meinti við, tá hann segði: “…Hvør tann, ið trýr á Hann (Jesus), skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.” Jóh.3,16). Tey av Ísrael, ið bitin vóru av eituromunum, fingu ikki boð um at biðja, gera góð verk ella gjalda nakað fyri at vinna sær heilsubót, men bert ásanna, at teimum tørvaði bjarging. Á sama hátt verður syndarin í dag ámintur um at viðganga neyð sína og síðan seta alt álit sítt á verk Jesusar og taka móti Honum í trúnni sum sínum Frelsara (Jóh.1,12; Áp.13,38-39; Ef.2,8-9).
    7. Úrslitið (4.Mós.21,9). “Hann doyði ikki.” Í somu løtu ein Ísraelsmaður, ið var bitin av eiturormi, hugsi á koparormin, fekk hann nýtt lív. Hann varð so at siga føddur av nýggjum. Sama hendir í somu stund, ein syndasekur, fortaptur syndari trýr evangeliinum og tekur ímóti Kristusi, sum doyði fyri syndir hansara. Táið Syndarin í trúnni tekur ímóti Jesusi sum Frelsara sínum, fær hann andaligt lív. Heilagi Andin tekur búgv í honum. og hann fær lut í guddómligari náttúru og verður føddur úr erva ella endurføddur. Hetta er hin nýggja føðingin, sum Kristus kunngjørdi at vera avgjørt neyðuga fyri at síggja og koma inn í ríki Guds. (Jóh.3,3-5)

 

Nær kann eitt menniskja verða føtt av nýggjum?

Tú, sum ert í syndaneyð, kanst sjálvur svara hesum spurningi, tí avgerðin er tín í hesi løtu. Tú verður endurføddur í somu løtu, tú vendir tær til Jesus og lítur á Hann, sum Harra og Frelsara tín. Kom sum tú ert til Jesus. Tú veitst tú hevur ongan møguleika at frelsa teg sjálvan. Lít á orð og lyfti Guds og hvíl í verkinum sum Jesus gjørdi fyri teg á Golgata krossinum (Les. 2.Kor.6,1-2; Hebr.4,7).

Kom sum tú ert, nú til Jesus, sál, sum í vantrúgv er blind.Blóðið, sum rann úr hans sárum, reinsar  frá allari synd. Legg teg í Frelsarans armar, hvíltu tær fá við hans bróst. Hoyr, sum tað stormar har úti, her, her er friðfult og ljóst.” (Sangur, link)

Skriva viðmerking