Gestabloggur eftir Sigrið Nicodemussen
Love Defined: Embracing God’s Vision For Lasting Love And Satisfying Relationships
Love Defineder skrivað av Kristen Clark og Bethany Baird, sum eisini hava skrivað bókina Girl Defined. Sum tað liggur í navninum, definera tær kærleika – hvat hann er, hvat hann ikki er, hvussu man er í einum parlagi, hvussu man er uttanfyri eitt parlag osfr. út frá einum kristnum perspektivi. Í endanum av øllum kapittulunum er ein “Study Guide”, har ein sjálvur kann svara nøkrum spurningum og hugsa um tað, sum tú hevur lisið kapittulinum.
Byrjað verður við partinum “Happily Ever Disaster”, har tær millum annað hava sett navn á mátan, sum modernað parløg ofta eru uppbygd av, og tær kallað hann “The Merry-Go-Round Method for Modern Relationships”. (sí mynd av, hvat eitt “Merry Go Round” er).
Hendan metodan inniber hesi punktini:
- Catch the Right Guy / Fá fatur á tí rætta dreinginum
- Coast on Infatuation / Koyr fram á/glíð inn til forelskilsi
- Concentrate on Your Feelings / Savna teg um tínar kenslur
- Count on Him to Satisfy You / Lít á hann fyri at blíva nøgd
- Cry When it Fails (Then Go Back to the Beginning and Do it all Again) / Grát, tá ið tað miseydnast (far so til byrjanina og ger alt umaftur)
Hendan metodan er tann, sum vit síggja í filmunum og á netinum, og sum hjá nógvum øðrum er uppskriftin til, hvussu man fær eitt gott parlag. Hendan metodan fer ofta runt og runt og runt, og man endar aldrin við at blíva nøgdur og fáa eitt gott parlag.
Kristen og Bethany hava í bókini eisini sett orð uppá, hvussu ein kristin átti at gjørt. Tær kallað tað “God’s Timeless Method for Lasting Relationships”, og siga, at tað mest umráðandi er at tilbiðja/upphevja/dýrmeta Gud (to glorify God). Soleiðis eru punktini:
- Cultivate the Right Heart / Fá fram tað rætta hjartalagið
- Choose to Seek Wisdom / Vel at søkja vísdóm
- Concentrate on God’s Truths / Savna teg um sannleikar Guds
- Count on Christ to Satisfy you / Lít á Kristus fyri at fáa nøgdsemi
- Continue to Trust God if it Ends / Halt á fram at líta á Gud, um tað endar
Við at hava Gud fremst í lívinum fer man at klára, um okkurt ikki gongur akkurát, sum man vónaði. Munurin á punkti 4 í metodunum er, at í tí fyrru metodini lítur man á sín sjeik fyri at sjálvur verða nøgdur, og tá ið hann ikki klárar at nøkta teg, blívur tú lættliga vónbrotin og kedd. Í tí seinnu metodini lítur tú á Gud aleina fyri at fáa nøgdsemi. Tá ið royndir og annað kemur inn í parlagið, heldur tú á fram at líta á Gud, og Hann svíkur aldrin!
Kristen hevur skrivað tveir kapittular um “singleness”. Hon var støk, tá ið hon skrivði bókina. (Fun fact: Hon bleiv ringforlovað 26/05/18!). Hon er 29 ára gomul og hevur sostatt leingi verið støk, so hon hevur nógv at siga til onnur, sum hava verið í hennara støðu.
Annars forklárar bókin eisini um, hvussu ein kann vera “bara vinir” við dreingir, um tað er okey at vera saman við einum ikki-kristnum, kvalitetum at hyggja eftir í framtíðarmanninum, tíggju “red flags”, sum ein má leggja merki til og hvussu man veit, um onkur er “the one”. Móti endanum av bókini kunnu vit lesa um fýra vaknsar konur, sum hava verið giftar í 30, 40 og 50+ ár, og tær svara nøkrum spurningum, sum kunnu læra og fyrireika yngri, støkum kvinnum til framtíðina.
Eg gevi bókini 5 stjørnur og vil viðmæla øllum ungum kvinnum at lesa hana. Bókin er løtt at lesa, og eg eri sikkur í at fólk, sum ikki vanliga lesa, væl høvdu kunnað funnið út av at lisið hesa bókina, tí har eru ofta lítlar undiryvirskriftir, sitatir á síðunum og annað. Har er eisini ein audio-book, um tú vilt lurta ímeðan tú lesur. Fyri meira kunning, sí:
https://www.amazon.com/Love-Defined-Embracing-Satisfying-Relationships/dp/0801075564