Gestabloggur eftir Mirjam Kambsskarð. Ester Seward hevur rættlisið.

Framtíðin er fremmand, og vit vita ikki, hvat fer at henda í okkara lívi. Ofta kann nógv ganga væl, og vit hava viðgongd í lívinum, men stormar kunnu koma. Trupulleikar og stormar kunnu koma í lívið hjá okkum øllum, og tískil er tað umráðandi, at vit eru klár.

 

Í Føroyum líkjast húsini nógv, tí tey flestu húsini eru gjørd av betongi og timbri. Í Danmark eru húsini ofta bygd av múrsteinum, men slík hús síggja vit ikki ofta í Føroyum. Orsøkin er tann, at múrsteinarnir taka vatn til sín, og um nógv regn er, so er vandi fyri, at múrsteinahúsini fáa vatnskaða. Tískil hava vit bygt hús, sum eru før fyri at standa trygg í regni og stormi.

 

Somuleiðis mugu vit eisini byggja okkara lív trygt, so at vit kunnu standa trygg, tá ið stormar koma. Tann einasta trygga grundin, vit kunnu byggja lív okkara á, er á Jesus. Einki her í heiminum er nóg trygt ella nóg støðugt, at vit kunnu seta okkara fulla álit á tað. Bara Jesus er tann sami í allar ævir. Hann er trúðfastur og rættvísur, um vit leggja lív okkara í hendur Hansara. Eg eri sera glað fyri ein sang, sum eitur In Christ Alone. Niðurlagið sigur:

 

”On Christ the solid rock I stand, all other ground is sinking sand”.

 

Umsett til føroyskt: “Kristus Tú ert ert Klettur mín, øll onnur grund er søkkandi sandur.”

 

BYGG TÍTT LÍV Á TRYGGA GRUND

Skriva viðmerking