“So er tá lógin heiløg, og boðið er heilagt, rættvíst og gott.” (Róm. 7:12)

Lógin… tey 10 boðini… uttanat havi eg dugað tey, men lítið far havi eg givið mær um tey. Í dag havi eg lært, hvussu tey hava tríggjar funktiónir!

 

10 boðini

Lógin… tey 10 boðini… uttanat havi eg dugað tey, men lítið far havi eg givið mær um tey.

 

 

1) LÓGIN TÆNIR MÆR SUM LÆRARI: Lógin er spegil Guds, sum vísir mær, hvør eg veruliga eri. Ein syndari. Allar tær góðu gerðirnar eg savni mær saman, eru sum dálkað plagg fyri Gudi. Lógin vísir mær, hvussu mín einasta vón er Jesus. – Jesus mín einasta vón, men einasta vónin mær tørvar. (Róm.7,7; Ják.2:10; Róm.3,23)

syndari

Lógin er spegil Guds, sum vísir mær, hvør eg veruliga eri. Ein syndari.

 

2) LÓGIN LÆRIR MEG, HVUSSU TAKKSOM EG KANN VERA FYRI AT JESUS HELT LÓGINA: Av tí, at Jesus helt lógina, kann eg vera sett í frælsi. Eg, sum breyt lógina, fekk í trúgv alt fyrigivið ígjøgnum Jesusar fullkomna lív. Hann gav mær Sína rættvísi og var straffaður fyri mína synd. Óskiljandi, ófatandi, órannsakandi er hesin kærleiki Guds til mín og tín. Hetta birtir eina yvirflóð av takksemi og kærleika til Hansara. (Róm.8,1-4)

Jesus helt lógina

Av tí, at Jesus helt lógina, kann eg vera sett í frælsi.

 

3) LÓGIN ER NÚ MÍNIR 10 VINIR: Sum eg fylgist við Jesusi, ynski eg at gleða Hann í takksemi. Lógin fordømir meg ikki longur, tí mín rættvísi hvílir í Jesusi. Nú er lógin vinur mín, sum vísir mær, hvussu eg kann gleða Gud í takksemi og kærleika. (Tit.2,14)

Lógin mín vinur

Nú er lógin vinur mín, sum vísir mær, hvussu eg kann gleða Gud í takksemi og kærleika.

Skriva viðmerking