Handilstreytir



Góði kundi

Vit vóna, at tú hevði eina góða uppliving á hesi síðuni og at tú skjótt hyggur forbíð aftur. Sum tú nú keypir frá Vakurleiki.fo, góðkennir tú treytirnar niðanfyri.

 

Vøra

Vøran, sum verður seld á síðuni er vøra, sum eg havi verið ómetaliga glað og takksom fyri. Eg vóni, hon kann vera tær, kunda, til líka stóra gleði, troyst og uppmuntran, sum hon hevur verið mær. Er okkurt ivamál í samband við vøruna, sent teg endiliga í samband við okkum.

.

Gjalding fyri vøru

Tá goldið verður umvegis bankan verður tín bílegging ikki send umvegis Posta ella løgd til síðis til avheinting, fyrr enn peningurin sæst á okkara konto.

.

Sending av vøru

Vøran verður send við Posta gerandisdagar kring Føroyar og til Danmørk. 

Endurgjald verður ikki goldið fyri skaðar, ið eru voldir av flutningi av vøruni umvegis Posta. Sí endurgjald og treytirnar hjá Posta her.

.

Avheinting

Vøran kann avheintast gerandisdagar eftir avtalu umvegis teldupost: dinabech@vakurleiki.fo

.

Afturhandan og endurgjald

Um vøran ikki hevur fingið skaða og ikki er pakkað upp, verður tikið ímóti vøruni aftur og peningurin fyri vøruna verður goldin aftur, tó ikki fyri flutning.

Er feilur í vøruni ber til at býta vøruna um við eina aðra. Tó verður endurgjald ikki goldið fyri skaðar, ið eru voldir av flutningi av vøruni umvegis Posta. Sí meira undir “Sending av vøru”.

 

Vinarliga heilsan

Vakurleiki.fo,

við Dinu J. Bech