Trupult við at lesa Bøkur:

Um hevur trupult við at lesa bøkur og heldur ikki, at tú hevur tíð til at lesa bøkur, so vil eg fortelja tær, at eg havi havt tað akkurát líka. Ein dagin, ein vanligan skúladag prøvaði, at eg lesa nakað í fríkorterunum og í bussinum á veg heim. Tá  eg kom heim og hevði lisið í umleið 20 minuttir. Varnaðist eg, at eg hevði eg lisið frá síðu 129 í GirlDefined til endan (226 síður)! So í bussinum er ein gyltur møguleiki at lesa!

.

Girl Defined

Systrarnar Kristen og Bethany frá Texas hava skrivað bókina “Girl Defined”. Hetta er ein bók, ið tær sjálvar høvdu ynskt at lisið, tá tær vóru yngri. Bókin snýr seg um, hvussu Bíblian definerar vakurleika í gentum og kvinnum í mun til, hvussu heimurin definerar vakurleika. Tá ið hugt var, at Marilyn Monroe í 50’unum, var hon definitiónin uppá ta “perfektu” kvinnuna, meðan seinni í 1900-talinum broyttist definitiónin.

Var tað modernað at vera klænur? at hava formar? at vera langur? at vera lítil?

Heimurin broytist allatíð, og tað er ómøguligt at fylgja krøvunum, sum heimurin gevur okkum. Spyrja vit okkum sjálvar: “Hvat er vakurleiki?”, so hevur heimurin nógvar forkláringar. Onkur heldur, at vakurleiki er kvinnurnar á forsíðuni á bløðunum. Onnur meina, at vakurleiki er modellir og sjónleikarar frá hollywood. Sambært Bíbliuni er hettar ikki vakurleiki.

.Men hvat sigur Bíblian? Bíblian gevur okkum eina forkláring uppá, hvussu ein genta ella kvinna eigur at vera. Hvussu vit kunnu vera vakrar. Vit eiga at lata Gud definera okkum. 

.Girl Defined

 

Systrarnar

Kristen er 29 ár, er gift men hevur eingi børn og Bethany er 27 og er ógift. Til felags hava tær eina avbjóðing at líta á Gud í truplum tíðum og bíða í tolni. Hjá Kristen er avbjóðingin, at hon ikki kann fáa børn. Og hjá Bethany, er avbjóðingin tann, at hon er single og ikki hevur fingið ein maka enn. Hetta er nakað, sum serliga myndar bókina og missiónarbeið teirra.Girl Defined

Bókin kemur við nógvum dømum frá veruleikanum um, hvussu Gud brúkar ymsar kvinnur í Bíbliuni, hóast tær ikki høvdu ta perfektu bakgrundina ella perfekta lívið. Eitt dømi er Ester í Bíbliuni, sum gjørdist drotning og bjargaði øllum jødunum í landinum við Guds hond. Mordokai segði við Ester í Ester 4:14 

“… Og hvør veit, um tað ikki júst var fyri slíka tíð sum hesa, tú komst at sita sum drotning?”. Vit eru akkurát í familjuni, skúlanum og landinum, vit eru, tí at Gud hevur eina ætlan við okkum.

.

Millum allar kapitlarnar í bókini er eisini ein ”study guide”. Til kapittul 8, er tað møguligt at skriva orð ella setningar inn:

 ”If only I had _____________ then I’d be happy”

Hesin spurningur hugtók meg. Hvat er tín djúpasta tráan. Hvat hevði tú sett inn har?

Ein sjeik? Eitt gott arbeiði við góðari løn? Líka tenn sum síðumakkarin í skúlanum? Eina ferð til Barcelona í summar?

Sannleikin er, at einki her á jørð kann fylla tómrúmið í okkum uttan Jesus. Hvat enn vit so fylla okkum við av tingum, ið hoyra jørðini til, fara vit ikki at vera mettaði 100%.

Sálmur 92:5: ”Tí Tú hevur glett meg við verki Tínum, HARRI, eg rópi av gleði um tað, ið hendur Tínar hava gjørt.”

Ikki lat nakað her í verð gera, at tú heldur virði títt lækka.

Hás. 4:1 sigur ”Sum tú ert vøkur, elskaða mín, sum tú ert vøkur!”.

.

Bíblian fortelur okkum í fyrstu mósebók, at Gud sá at alt tað, ið hann hevði gjørt, var gott og vakurt. Um tú hevur trupulleikar við at síggja munin á, hvussu Bíblian definerar gentur/kvinnur í mun til heimin, so keypt bókina og les hana! (link niðast til bókina)

Síða 153 í bókini hevur ein lista til ”Road Map to God-Defined Succes”:
She fears the Lord (Prov. 31:30)
She speaks words of wisdom (Prov. 31:26)
She welcomes hospitality (Prov. 31:20)
She teaches with kindness (Prov. 31:26)
She takes great care of her home and family (Prov. 31:27, Titus 2:5)
She loves and respects her husband (Prov. 31:11-12)
She loves her children (Titus 2:4)
She’s not lazy or idle with her time (Prov. 31:37)
She works really hard morning until night (Prov. 31:15,18)
She’s respectful in her behaviour (Titus 2:3)
She mentors younger women (Titus 2:4)
She’s self-controlled in her words and actions (Titus 2:5)
She pursues purity in every area of her life (Titus 2:5)
        *(Proverbs = Orðtøkini)

#VerEinGentaDefineraðAvGudiÍstaðinFyriHeiminum!

.

GirlDefined Miðlar:

Kristen og Bethany hava ikki bara skrivað hesa bókina, men tær hava eisini eina heimasíðu  www.girldefined.com og eina YouTube kanal, har tær leggja eitt nýtt video út hvønn mikudag.

Bóka Trailarin, trýst her

 

Link til bókina:

Fylg Sigrið á Instagram: HolyBibleLover

Skriva viðmerking