Síðst tosaðu vit um dóp og at lata seg doypa, sum er lýdni fyri Gudi. Vit lesa í Matt.28,19:

“Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar (Leiði teir til frelsu, leiði teir til jesus), doypið teir til navn Faðirsins Sonarins og Heilaga Andans,” (her tosa vit um lýdni fyri Gudi les. 1.pæt.3,21),

Í hesum videoinum fara vit víðari at snakka um lýdni, og hvussu vit kunnu verða ein kvinna ella maður eftir Guds egna hjarta. Gud segði við Sámuel, tá Gud sendi hann út at leita eftir einum nýggjum kongi til Ísrael:

“…Eg hyggi ikki eftir tí, sum menniskjan hyggur eftir; tí menniskjan hyggur eftir tí, sum er fyri eygunum, men HARRIN hyggur eftir hjartanum.” (1.Sám.16,7)

Gud hugdi ikki eftir tí uttara, hvussu persónurin sá út, hvussu høgur, sterkur, vakur hann var ella hvussu hann var seg at. Gud hugdi longur, Hann hugdi og hyggur enn í dag at hjartanum. Tá Dávid varð leiddur fram fyri Sámuel, segði Gud:

“Reis teg og salva hann, tí hann er tað!” (1.Sám.16,12)

Hann er tað” tvs. hann var ein maður eftir Guds hjarta.

Við at hyggja eftir lívi Dávids havi eg mangan undrast á “hví var Dávid ein maður eftir Guds hjarta?” Serliga, tá eg hugsi um tey stóru mistøk Dávid gjørdi í sínum lívi. So hví var Dávid ein maður eftir Guds hjarta?

.

Misgerðir Dávids

  1. Dávid hevði fleiri konur. Hetta er ikki rætt sambært Guds Orðið, ið talar um ein maður og ein kvinna (1.Mós.2,22-24; 5.Mós.17,17; Matt.19,4-9; Mark.10,6-9; 1.kor.7,1-6; Ef.5,22-31)
  2. Dávid flutti sáttmálaørkina til Zion á sín egna hátt og ikki eftir fyriskipan Guds. (2.Sám.6; 4.Mós.5,15).
  3. Dávid dreiv hor við konu Uria (Batsebu), drap Uria, tók til sín konu Uria. (2.Sám.11). Og tað stendur:
    •  “Men hetta, ið Dávid hevði gjørt, var ónt í eygum HARRANS.” (2.Sám.11,27b)
  4. Dávid skipaði fyri fólkateljing móti vilja Guds (1.Krøn.21)

Eftir bert at hava hugt eftir misgerðum Dávids, kunnu vit spyrja, hví Gud valdi Dávid til kong, og hví Gud segði, at Dávid var ein maður eftir Hansara egna hjarta?

Sannleikin er, at øll menniskja hava syndað (Rómbr.3,23), og Jer.17,9 sigur, at okkara egna hjarta er svikafullari enn alt annað. Sum vit høvdu um videoinum um freistingar, so verða trúgvandi menniskju freista og koma at fella í freistinga, um tey líta á seg sjálvi. So í grundini eru vit í somu støðu sum Dávid. Vit synda, vit hava gjørt nógv misstøk, stór sum lítil. Kanska tú ikki hevur drivið hor ella dripið sum Dávid, men Jesus sigur: 

Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á hennihevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum. (Matt.5,28)

Tit hava hoyrt, at sagt varð við hinar gomlu: “Tú mást ikki drepa; og tann, ið drepur, skal vera sekur fyri dóminum.” Men Eg sigi tykkum, at hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum… (Matt.5,21-22a)

.

Dygdir/kvalitetir Dávids

  1. Dávid hevði tann vitnisburð frá Gudi, at hann var ein maður eftir Guds egna hjarta. (1.Sám.16,7; Sám.16,12-13; Áp.13,22)
  2. Vit kenna Dávid frá bardaganum millum hann og Goliat. Fyri Dávidi var Gud honum nóg mikið. Dávid hevði álit á sítt Gud. (1.Sám.17,34-37; 1.Sám.17,45). Tað stendur um Dávid, at hann var djarvur bardaga maður og hevði tann vitnisburð frá menniskjum, at Gud var við honum:
    •  “Eg havi sæð ein son Ísai Betlehemit, sum er kønur at spæla; hann er djarvur maður og bardagamaður, er orðkringur og vakur maður, og HARRIN er við honum.” (1.Sám.16,18)
  3. Dávid var ein góður og trúgvur vinur. Hann helt síni lyfti, ið hann og Jónatan (vinur Dávids, og sonur fígginda hansara) gjørdu, sjálvt aftaná at Jónatan var deyður. Tað stendur, at Dávid elskaði Jónatan, sum sína egnu sál. Dávid elskaði sín næsta sum seg sjálvan. (1.Sám.18,3).(1.Sám.20,13-17; 2.Sám.9).
  4. Dávid náðaði bæði Saul og Absalom (tvs., at hann spardi lív teirra). Saul og Absalom lógu Dávidi eftir lívinum, vóru fíggindar hansara. Men Dávid bíðaði eftir Harranum, og tók ikki málið í egnar hendur, hóast hann fekk gyltar møguleikar til tað. (1.Sám.24; 1.Sám.26 2.Sám.14; 2.Sám.15). Dávid var lýðin hesum skriftstaðinum:
    • Hevnið tykkum ikki sjálv, tit elskaðu, nei, gevið vreiðini rúm! Tí skrivað er: “Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.” (Róm.12,19)
  5. Dávid græt um fíggindar sínar. Hann græt um sál teirra, tí hann visti, at teir fóru fortaptir inn í ævinleikan. (Saul: 2.Sám.1 og Absalom: 2.Sám.18,33). Dávid livdi hettar skriftstaðið:
    • Men Eg sigi við tykkum, sum hoyra: Elskið fíggindar tykkara, gerið teimum gott, sum hata tykkum, signið tey, sum banna tykkum, og biðið fyri teimum, ið spilla tykkum út! (Luk.6,27-28)
  6. Dávid elskaði lóg Guds, og hann ynskti at fylgja boðum Guds, hetta síggja vit í mongum sálmum, sum hann hevur skrivað. Men vit síggja tað eisini í tilfeldunum eg nevndi áðrenn.
    • Lóg HARRANS er fullkomin, hon lívgar sálina; vitnisburður HARRANS er trúfastur, hann ger hin einfalda vísan; fyriskipanir HARRANS eru rættar, tær gleða hjartað; boð HARRANS er reint, tað lýsir upp eyguni; (Sálm.19,8-9; eftir Dávid)
    • at gera vilja Tín, Gud Mín, er gleði Mín, lóg Tín er Mær í hjarta!” (Sálm.40,9)
  7. Dávid játtaði sína synd:
    1. Tá Abigajil kom ímóti Dávid, sá Dávid sína synd og játtaði hana (1.Sám.25,32-35)
    2. Tá Dávid flutti sáttmálaørkina á sín egna hátt, tendraðist vreiði Guds, og Dávid sá sína synd og játtaði sína synd fyri Gudi. (2.Sám.6)
    3. Eftir Dávid hevði drivið hor við Batesebu og dripið Uria, kom Natan profetur til Dávid. Dávid sá sína synd og játtaði sína synd fyri Gudi. (2.Sám.12; Sálm.51)
    4. Eftir fólkateljingina Dávid skipaði móti Guds vilja, slóð Gud Ísraels fólk. Dávid sá sína synd og játtaði sína synd fyri Gudi. (1.Krøn.21)

      Dávid skrivar: Varðveit eisini tænara Tín frá skammiligum syndum, lat tær ikki ráða yvir mær! Tá verði eg lýtaleysur og ikki sekur í stórum misbrotum. Lat orð muns míns og hugsanir hjarta míns líka Tær, HARRI, klettur mín og endurloysari mín! (Sálm.19,14-15)

      “Asking for forgiveness does not excuse your behavior, but it prevents you from hardening your heart.”

      “At biðja um fyrigeving skapar ikki eina umbering fyri tínum atburð, men tað forðar tínum hjarta at herða seg.”

Hyggja vit eftir dygdum ella kvalitetum Dávids, so síggja vit, at Dávid játtaði altíð sína synd fyri Gudi. Dávid herdi ikki sítt hjarta móti Gudi. Nei, Dávid eyðmýkti seg fyri Gudi í syndaneyð.

Harafturat, so elskaði Dávid lóg Guds, Bíbliuna, og hann grundaði á hana, sum vit lesa um í Sálmunum. Sjálvt um orð Guds prikaði og sveið, so tók Dávid orð Guds til tín. Tað stendur í Hebr.4,12, at orð Guds er hvast. Dávid viðurkendi orð Guds, tók tað til sín, játtaði syndir sínar og læt Gud broyta hann. Dávid royni ikki at fáa orð Guds at passa til sínar umstøður, nei hann tilpassaði sítt lív eftir orðið Guds.

 

Hvussu við tær og mær?

Trupulleikin hjá mongum av okkum er, at vit herða okkara hjarta móti Gudi, sjálvt í okkara ‘smáu’ syndum. Vit dáma ikki, tá orð Guds prikar og dømir hugsanir og ráð hjartans. So í staðin fyri at geva okkum yvir til Gud, so vilja vit broyta orð Guds, fyri at rættvísgera okkara egnu gerðir, og okkara stoltleika. Hvussu skal Guds kunna arbeiða og broyta okkum í okkara hugmóði ella ignorant’a hjarta? Ez.36,26 sigur: 

Eg skal geva tykkum nýtt hjarta, og nýggjan Anda skal Eg geva tykkum í bróstið; Eg skal taka burt steinhjartað úr likami tykkara og geva tykkum kjøthjarta.

Bið Gud byrja Sítt verk í Tær. Les Bíbliuna og bið Gud tala til tín gjøgnum hana. Lova Leirkerasmiðurin fram at, at virka teg til eina kvinnu ella mann eftir Sínum hjarta.

 

Kann Gud siga hettar um teg?

Eg ynski, at tað skal verða okkara bøn, at Hann skal kunna siga um okkum, sum Hann segði um Dávid: 

“Eg havi funnið Dávid, son Ísai, mann eftir hjarta Mínum; hann skal gera allan vilja Mín.” (Áp.13,22)

Kann Gud siga um meg?:

“Eg havi funnið __Set inn___, son/dóttir __Set inn____, mann/kvinnu eftir hjarta Mínum; Hann/hon skal gera allan vilja Mín.”

“Eg havi funnið __Dinu___, dóttir __Jens____, kvinnu eftir hjarta Mínum; hon skal gera allan vilja Mín.”

Og hatta er nakað, ið kann verða okkara bøn. At Gud skal sleppa at virka í okkum og brúka okkum at fremja Sín vilja.

.

Næstuferð verður evnið, at kenna vilja Guds.

.

:,: Gud, skap í mær eitt hjarta reint í dag, endurnýggja tú sál og sinnalag. :,: Varðveit meg hjá tær, eg liva vil tær nær, lat aftur tín Anda virka í mær. Gud, gev tú mær frelsugleðina av nýggjum, og við tøkk tá mín sál skal prísa tær.”

.

Eitt hjarta reint mín hægsta tráan er. 
Eitt hjarta sum í ídni fylgir Tær.
Eitt hjarta har orð Títt býr.
so at synd ei sleppur inn.
Eitt hjarta sum er heilt, har Tú Harri ert.
Eitt hjarta fult av miskunn,
sum gleðir Teg mín Gud.
Ein søtur angi av tilbiðjan, 
ið stígur upp til Tín.
.
.
:,: Broyt mítt hjarta, Gud, lat tað vera reint, broyt mítt hjarta Gud, eg vil líkjast tær. :,: Eg eri leirið – smiður ert tú. Mynda og boygg meg, hetta biði eg.

Mín bøn hetta:
"Innsigla hjarta mítt til Títt verk eina og Tína æru eina. Amen."
Skriva viðmerking