Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Í morgun vóru tað perlur á skránni í barnagarðinum við sonnum ‘perlum’. Sum vit sita og perla, letur í einum lítlum: “tú hevur brúk fyri hesari” og setir eina myrkagrøna perlu á formin.

 

Hendan perlan passaði slett ikki til, men eg helt tað var nokkso fitt og annaðleiðis, so eg lat hana vera.

 

Snedugt er tað. Ofta hava vit eitt mynstur, eina ætlan fyri, hvussu ‘vit’ ætla at okkara lív skal verða. Vit hava eina ætlan fyri, hvat vit skulu gera og halda vera best.

 

Men onkuntíð heldur Gud, at ‘vit hava tørv á onkrum øðrum. Og hann letur okkurt annaðleiðis og óvæntað koma á okkara leið.

 

Tað er ikki altíð vit skilja hví. Og mangan er tað, tí vit hava okkara egnu ‘perfektu’ ætlan sum fyrimynd. Vit hyggja frá okkara egna sjónarmiði og ikki Guds.

“Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN -…” (Jer. 29:11)

 

Ein órógvað ætlan

Skriva viðmerking