Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

“Kann Harrin loysa meg frá syndini, ið hevur so fasta tøku á mær?”  Eg las í Orðtøkunum nú ein dagin og legði til merkis eitt brot um ‘fremmandu kvinnuna‘ (Orðt.5,3-8), har stendur:

Tí hunangur dryppar av vørrum fremmandarar kvinnu, og hálari enn olja er muður hennara; men til endan verður hon beisk sum malurt, hvøss sum tvíeggjað svørð. Føtur hennara ganga niðureftir, til deyðan, spor hennara liggja beint í deyðaríkið. Á leið lívsins vil hon ikki ganga; vegir hennara sneiða higar og hagar, og hon veit ikki av tí. So lurta nú eftir mær, sonur mín, vík ikki frá orðum muns míns! Lat leið tína liggja langt frá henni, kom ikki nær húsdurum hennara,

Macdonald skrivar í kommintarinum, um hesi versini:

“…the oldest profession – prostitution. She may be thought of as a symbol of sin, of the evil world, false religion, of idolatry, or any other seductive temptation…” – Macdonnald, Beliver’s Bible Commentary.

Fyri meg var tað rannsakandi, hvussu fast tak syndin veruliga fær á okkum til tíðir, og hon veruliga er sum eitt ‘tvíeggja svørð‘:

“men til endan verður hon beisk sum malurt, hvøss SUM tvíeggjað svørð.” (Orðt.5:4)

Men sum tað gleddi meg, tá eg kom í tankar um Hebr.4:12:

“Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari ENN nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.”

Waauw! Er tað ikki rannsakandi og undurfult at vita? Orð Guds, kraft Guds, er sterkari og kann bróta okkara trælabond til syndina og geva okkum frælsi gjøgnum sína Ond! Hvørja synd vit so enn stríðast við, tær opinberu ella tær loyndu (Sálm.19:13), so er Harrin mentur at loysa teg frá teimum, tí Orð Gud er hvassari og hevur størri megi enn syndin sjálv!

“Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok!” (Gal. 5:1)

“Og Harrin er Andin, og har sum Andi Harrans er, er frælsi.” (2.Kor.3,17)

“Tú, sum brotið hevur

míni trælabond,

tú, sum frælsi gevur

gjøgnum tína Ond!

Ei eg longur beri

harða fangajarn,

undir lóg ei eri,

men, áh, Gud, títt barn!”

 

Kann Gud loysa meg

Skriva viðmerking