Fer ein frelstur nakrantíð fortaptur?

Er ein av sonnum vorðin endurføddur, kann hann aldri fortapast! Hin trúgvandi er bjargaður og tryggur fyri allar tíðir!
Vit taka her sjey brot úr Bíbliuni, sum prógv fyri hesum undurfulla sannleika, og mong fleiri kundu verið sett fram. (Tú eigur at kanna hvørt einstakt skriftorð gjølla).

 

.

7 brot úr Bíbliuni um æviga frelsu:

1.(Jóh.10,27-29). Hugsa um hesi orð Kristusar:

“…Eg gevi honum ævigt lív, hann skal aldri í allar ævir fortapast.

Fest føtur tínar á hetta. Hetta er lyfti Jesusar, uttan nakrar treytir knýttar til. Eingin av seyðum Hansara fer nakrantíð at fortapast. Legg merki til, at bæði Jesus og Faðirin halda tær trygt. (Les eisini: Jóh.17,12; 18,8-9

..

2. (Jóh.5,24).

Harrin Jesus talar aftur her. Hann lovar, at tann, sum hoyrir orð Hansara og trýr Honum, ið sendi Hann, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm og verður ikki fordømdur. Um ein trúgvandi nakrantíð fór fortaptur, so hevði Sonur Guds, Jesus, svikið at hildið lyfti Sítt.

.

3. (Jóh.3,36).

“Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív.”

Gev gætur, at ikki stendur: “Hann fer at fáa ævigt lív.” Hann hevur tað í hesi løtu. Tú spyrt kanska: “Hvussu leingi varir ‘ævigt’?” Sjálvandi allar tíðir.

.

4. (Róm.8,38-39).

Paulus ápostul kunnger, at:

 “hvørki deyði, lív, einglar, harradømi, maktir, hvørki tað, sum nú er ella tað, sum koma skal, hvørki hitt høga ella hitt djúpa, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.”

Og fyri at einki Guds barn skal fara at stúra, at tað møguliga sjálvt kann skilja seg frá kærleika Guds, so leggur Paulus afturat: “Heldur ikki nakar annar skapningur.” Hin trúgvandi er so tryggur, sum Gud kann gera hann, og tað vil siga 200%.

.

5. (2.Tim.1,12).

Her sigur Paulus seg vera vísan í, at Kristus er “mentur at varðveita tað, Paulus hevði litið Honum (Jesusi) upp í hendur”. (ensk ums.). Tað er sál Hansara. Í Jóh.6,39 síggja vit, at Gud hevur litið Jesusi til varðveitsluna av øllum hinum trúgvandi. Er tað tá møguligt, at Jesus fer at svíkja hetta álit? Nei, heilt víst ikki, tí hann er sannorðaður og kann ikki siga ósatt.

.

6. (Jud.24).

Harrin Jesus er mentur at varðveita hin trúgvandi frá falli og føra hann trygt heim til Himmals. Hin trúgvandi er líka so lítið førur fyri at varðveita seg sjálvan í frelsuni, sum hann var at vinna sær frelsuna, men Gud er mentur (1.Pæt.1,5).

.

7. (Róm.8,30).

Tey, sum hann rættvísgjørti, dýrmetti (tað er dýrdargjørdi) Hann við.

Ein og hvør, ið frelstur er, er eisini dýrmettur. Hóast hin trúgvandi enn ikki hevur fingið sítt dýrdargjørda likam, so er tað kortini so vist, at Gud talar um tað, sum tað longu var farið fram. Ert tú rættvísgjørdur, so ert tú eftir Guds metan eisini dýrdargjørdur. Við øðrum orðum er hin trúgvandi líka so vissur um Himmalin, sum var hann longu har. (Ef.2,6; Kol.3,3)

.

.

5 veruleikar um varðveitslu hina trúgvandi:

Í samband við evnið um varðveitslu hinna trúgvandi, eigur tú at hava hesar 5 veruleikar í huga.

.

1. Ein trúgvandi missir ikki frelsu sína, tá ið hann syndar. Jesus hevur longu goldið skuldina fyri allar syndir hansara – í tátíð, nútíð og framtíð. Gud fer ikki at krevja rindan tvær ferðir. Av tí at Jesus doyði fyri syndir mínar, fari eg ikki at doyggja fyri tær. Gud, hin rættvísi dómarin, fyrigevur syndaranum, sum trýr á Jesus.

Mín synd – áh, hvør sæl henda vissa tó er! – mín synd er til æviga tíð út strikað, tí negld hon til krossin jú varð, og mín sál, hon er frí, hon er frí.Um friður sum flóðin

“Jesus paid it all, All to Him I owe; Sin had left a crimson stain, He washed it white as snow.” – Jesus Paid It All

 

.

2. Men tá ein trúgvandi syndar, so kann hann ikki tekkjast himmalska faðir sínum, og hitt lukkuliga familju-samfelagið, ið átti at verið millum barnið og faðirin, verður verandi brotið, til syndin er játta (1.Jóh.1,9). Tú mást gera tær greitt, at stórur munur er á Gudi, dómaranum, sum viðgerð syndaran, og á Gudi, faðirinum, sum viðgerð sítt brekaða barn. Í hinum fyrra førinum er skuldin fyri synd, deyði og Helviti. Í seinna førinum er úrsliti av syndini brotið samfelag (1.Jóh.2,1-2).

.

3. Sjálvt ein trúgvandi sleppur ikki bíliga við at synda. Villist eitt Guds barn burtur frá faðir sínum, so má tað rokna við at verða revsað og rættleitt (Hebr.12,6-7). Faðirin nýtir kanska líðingar og sorg til at leiða barn sítt aftur. Í summum førum tekur Gud enntá hin trúgvandi heim til Himmals (1.Kor.11,30-32). Likamið doyr, men sálin verður frelst (1.Kor.5,5).

.

4. Tíanverri er tað so, at ein trúgvandi bæði kann synda og gera synd, men einki satt Guds barn kann halda fram at njóta og liva í synd. Tað trívist ikki í synd, tí tað hevur eina nýggja náttúru innan í. Um hann heldur fram í syndini og ikki kemur í samfelag aftur við Gud, hóast hann verður revsaður, so er hetta uttan iva tekin um, at hann ongantíð var endurføddur. Trygd okkara má ongantíð gerast ein umbering fyri at synda, men heldur ein eggjan til okkara um ikki at synda

(2.Kor.7,9-11; 2.Kor.5,17; Gal.5,19-26; 1.Jóh.4,6; Róm.6,1-2).

.

5. Mong skriftorð í Bíbliuni eru, sum kunnu tykjast at benda á, at ein trúgvandi kortini kann fortapast aftur. Men um tú kannar hesi skriftstøð gjølla, kemur tú at sanna, at tey sipa til teirra, ið bert látast at vera frelst menniskju, ella til tílík, ið einaferð hava kent vegin til frelsu og fingið møguleikan, men hava vrakað hann. Bíblian sigur ongantíð, at ein, ið av sonnum er endurføddur, kann fortapast aftur. Hesi eru tey einastu, sum veruliga eru trygg.

.

“Ei óttast vil eg, hvat enn galt, Kristus jú alt í øllum er; Hann leiða vil meg gjøgnum alt og meg á Sínum herðum ber. Ei Satans makt, ei megi mans meg ríva kann úr hondum Hans, Í Kristusi mín sál er trygg, inntil í dýrd Hann heintar meg.”Á Kristus bert.

“Um friður sum flóðin skal fylla meg her, um stormur meg treingir og stríð, hvør enn er mín lutur, eitt veit eg tó vist, at mín sál, hon er frí, hon er frí.”(It is well with my soul) – Um friður sum flóðin

.

“Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt!” (Orðt. 3,5)

“Trust in the LORD with all your heart And do not lean on your own understanding.” (Proverb. 3,5)

.

Niðurstøða:

 Er ein av sonnum vorðin endurføddur, kann hann aldri fortapast! Ein, ið veruliga er frelstur er eina ferð og altíð frelstur, í allar ævir. Tann, ið av sonnum er frelstur er fullkomiliga tryggur.

Skriva viðmerking