Árshandbók 2025!

Kalendarin kemur út í næstum. Til ber at gera undan bílegging longu nú.

Hetta er ein sniðgjørdur hond kalendari við blómum. Stødd A5 við hágóðsku pappíri.

Í álmanakkanum eru tvær tímatalvur, eitt ársyvirlit og ein 12 mánaðarætlan fyri árið 2025. Eisini eru vikuætlanir, dagsætlanir, matætlan, dagbók, vers, takksemiskrukka og ymisk annað.

Bókin hevur 90 síður, har prentað er báðumegin. Hon er prýdd við litum, blómum, linjum, kassum, puntum, o.ø.

Hond kalendarin og veggja kalendarin 2025 rigga sera væl at brúka saman. Ein kann hanga uppi og hin kanst tú hava við tær út.

Eisini kann keypast ein pennur til.

*Hevur tú serstøk ynski til bókina, kanst tú venda tær til spyr@vakurleiki.fo.

Um tað er ov trupult at bíleggja á heimasíðuni, so kanst tú senda mær eini boð á Facebook, mail á spyr@vakurleiki.fo ella við at ringja.