❤️‍LÍV TÁ – LÍV NÚ ❤️
Eitt fostur er eitt egg, sum er gitið av eini sáðkyknu. Hetta er byrjanin og keldan til eitt nýtt lív.
Fyrst tá eggið er gitið, so verður eitt persónligt, serligt DNA skapt. Eitt DNA, sum ongantíð hevur verið og ongantíð fer at verða aftur. Øll tey kropsligu eyðkennini sum fingramerkið, blóðtypa, kyn, hárlitur, húðfarva, eygnalitur og eginleikar liggja í DNA’num. Tað er sum ein uppskrift, sum sigur, soleiðis og soleiðis fer barnið at verða og vaksa til. Vit lesa í Bíbliuni (Job 10,8-12; Sálm.139,13-14 og v.16).
So tá tú vart skaptur í móðurlívið, tá tú vart eitt gitið egg, so sá Gud teg og hevði eina serliga ætlan fyri teg. Hann ikki bara gjørdi eina DNA uppskrift fyri hvussu hann ætlaði teg at síggja út og vera persónliga, men vit lesa í Bíbliuni, at hann hevði eisini eitt undurfult ynski fyri títt lív, at tú skalt liva í (Jer.29,11; Ef.2,10; 1.Mós.1,27).
Bíblian sigur, at vit sum menniskju lítil ella stór ella eitt gitið egg, eru skapt í mynd Guds. Vit eru Hansara smíð, Hansara meistaraverk, masterpiece sigur hann á enskum! Wauw?
lív tá og lív nú fosturtøka
Skriva viðmerking