1. Harrin ei lovar loftið so blátt,
lív stroytt við blómum dag sum á nátt,
Harrin ei lovar sól uttan skýggj,
leið uttan sorgir, frið uttan brýggj.
Men Harrin lovar styrki hvønn dag,
hvíld eftir stríð og ljós hvørt eitt stað,
náði í royndum, hjálp omanfrá,
ævigan kærleik, góðsku og ráð.
2. Harrin ei lovar, vit skulu ei
freistingar kenna, torføra leið.
Sagt ei hann hevur, at ikki vit
sorg skulu kenna, møði og slit.
3. Harrin ei lovar rúm vári kor
uttan at tørva loðs og hans orð,
at ikki fjøll so skurslut og há
forða og mong ein djúp, gruggut á.
Skriva viðmerking