Fyridømi Harrans ber av øllum (Filip.2:10-11): fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg, teirra, sum í Himli eru, teirra, sum á jørðini eru, og teirra, sum undir jørðini eru, og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd. 

  • Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.

 

2:10

Gud var fullkomiliga nøgdur við frelsuverk Kristusar, at Hann avgjørdi, at hvørt knæ skal boyggja seg fyri Honum – teirra, sum í Himli eru, á jørðini eru og undir jørðini eru. Hetta merkir ikki, at øll hesi vera frelst, men tað merkir, at tey sum ikki fegin vilja boyggja síni fyri Jesusi nú, fara ein dag at vera tvinga til tað. Tey sum ikki fáa semju í lag nú, í degi náðirnar, koma at lýða neyð á dóma degi.

  • Gud Faðirin var fullkomiliga nøgdur við frelsuverk Kristusar. Jesusar verk var nóg mikið. Kann eg tá loyva mær at ivast, tá Gud Faðirin sum veit alt var nøgdur? Video um frelsuvissu, 1.Jóh.5:13.
  • Havi eg broygt míni knø fyri Jesusi og tikið móti honum sum mínum frelsara?

 

2:11

Í markleysari náði (grace that now no bounderies) kom Jesus frá dýrdini til Betlehem, til Getsemane og til Golgata. Afturfyri fer Gud at æra Hann fyri alheiminum og góðkenna Hann sum Harra við fagnaði. Tey, ið hava avnokað krøv Jesusar, fara ein dag at ásanna, at tey bóru seg at sum dárar , at tey misstóku seg stórliga, og at Jesus úr Nazaret av sonnum var Harri dýrdarinnar.

Áðrenn vit fara frá hesum versunum sum hava lýst Jesus sum persón og virki Hansara, so skulu vit endurtaka, at tað vit hava snakka um her seinastu tríggjar partarnar, var tí at ein trupulleiki ella tríð var við at taka seg upp í samkomuni í Filippi. Tað var ikki ætlan Paulusar at skriva eina ritgerð um Harran, men hann royndi heldur at rættleiða tey heiløgu frá sjálvsøkni og partakenslu. Heilivágurin fyri trupulleikar teirra er sinnalag Kristusar, sum vit hava snakka um í einum  undanfarum parti. Paulus letur Harran koma inn í allar umstøður, og tað sama eiga vit at gera.

“Sjálvt táið sera viðkvøm viðurskifti – ólukkulig og ófýsin skulu viðgerast, er hann førur fyri at lýsa sannleikan á slíkan merkisverdan vakran hátt, at hann ljómar eins og ein dýrabarur gimsteinur festur at einum moldbøkki.” – Erdman

  • Hvat er lekidómurin fyri sjálvsøkni og partakenslu? Jú, tað er at hava sinnalag Jesusar (video)
  • Tá viðkvom viðurskifti skulu viðgerast, so eiga vit atlata Harran koma inn í allar umstøður. Hvussu gera vit tað? Við bøn og lesnaði.

Fil.2.10-11

Skriva viðmerking