Bøn Paulusar fyri teimum kristnu (kalla heiløg): Filip.1:9-11Og tað biði eg um, at kærleiki tykkara skal verða alt ríkari og ríkari enn í kunnskapi og øllum viti, so tit kunnu døma um, hvat beinast er, og soleiðis vera rein og ongum til ástoyt – til dag Kristusar, fylt við rættvísiávøksti, sum virkaður verður við Jesusi Kristi, Gudi til dýrd og lov.

  • Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum?

Tað sum er serstakt við hesum versunum er, at hetta er bøn Paulusar fyri teimum kristnu í Filippi. Hetta kann vera okkra bøn fyri øðrum trúgvandi, okkum sjálvum og okkara heimi. At hetta skal eyðkenna okkum.

 

1:9

Eftir takkargerð ella takksemi (seinasti partur, pt.3) kemur bøn. Hvat heldur tú Paulus fer at biðja um? Ríkidømi, vælferð ella frælsi frá trupulleikum? Nei, hann biður um at kærleikin millum tey trúgvandi skal økjast alla tíðina í kunnskapi og skili (vísdómi og viti). Kanska hetta er sindur torført at skilja og tú hugsar, hvat merkir hetta veruliga? Jú, tað merkir at høvuðsendamálið við tí kristna lívinum er at elska Gud og onnur menniskju kring okkum. Men kærleikin hevur ikki bara nakað við kenslurnar at gera. Í virknari tænastu fyri Harran, mugu vit brúka vit og skil okkara. Annars vera royndir og strev okkara til fánýtis. Paulus biður tí ikki bara um, at tey Kristnu skulu vera áhaldandi í at sýna Jesusar kærleika (ella kristnan kærleika), men at tey skulu vera før fyri at fremja og vísa kærleikan í øllum kunnskapi og skili – tvs. vísdómi.

  • Hvussu biður tú, tá tú biður til Gud? Hvat spyr tú hann um?
  • Tað stendur, at tað, ið vit biðja um skulu vit fáa. Hvat merkir hetta? Tað merkir, at tá vit biðja eftir vilja Guds, tí vit kenna hann og Bíbliuna (Hansara orð), so vil hann fegin geva okkum tað. Tvs. fyri at biðja eftir Guds vilja, so hava vit tørv á at lesa Bíbliuna og koma at kenna Guds orð. So bøn Paulus er serstøk, tí hann biður eftir Guds vilja og ikki sínum egna. Hetta sama eiga vit at gera. Ofta so hava vit hug at biðja um ríkidømi, vælferð og frælsi frá trupulleikum. Kunnu vit biðja um hetta? Ja og nei. Sjálvandi hevur Gud umsorgan fyri okkara tímiligum tørvum: mat og klæði, sum vit lesa um í Matteus 7. Men Gud hevur størri umsorgan fyri okkara andaliga vælstandi og teimum ævigu virðunum: Frelsu menniskjans og andaligum vøkstri hins kristna. Tí er Guds ynski fyri okkum ikki altíð vælferð og frælsi frá trupulleikum. Okkara bøn eigur ikki at vera at Harrin skal varðveita frá truplum tíðum, men varðveita okkum hóast truplar tíðir.
    • Tit tráa – og hava ikki; tit drepa og bera øvund – og kunnu ikki fáa; tit liggja í stríði og ófriði. Tit hava ikki, tí tit biðja ikki; tit biðja og fáa ikki, tí tit biðja illa – fyri at spilla tað burtur í lystum tykkara. (Jákupsbr. 4:2-3)

    • og hvat tit so biðja um í navni Mínum, skal Eg gera, fyri at Faðirin skal verða dýrmætur við Syninum. (Jóh.14:13)

  • Skriva niður eina stutta bøn til Gud, ella eina bøn fyri onkrum øðrum. Hetta kann gerast tín bøn, og tú kanst hanga hana við songina ella speglið sum eina lítla áminnandi dagliga bøn. Hetta er tað, sum eg skrivaði:
    • “Harri eg biði um, at mín kærleiki til Tín fyrst, og síðani til onnur, skal vaksa og gerast ríkari og ríkari í vísdómi og skili, soleiðis, at eg kann vita, hvussu eg eigi at bera meg rætt at í atburði og talu. Soleiðis, at eg ongum eri til fall ella ástoyt. Lat mín atburð og mína talu vera Tær til æru, inntil tú kemur aftur eftir mær at taka meg til Himmals, mítt heim. – Dina, september 2020

 

1:10

Ein upplýstur kærleiki ger tey kristnu før fyri at døma um, hvat beinast er. Í øllum lívsins viðurskiftum er okkurt gott og annað betur. Tað sum er gott er ofta fíggindi av tí besta. Skulu kristin vera virkin í tænastuni, mugu tey kenna munin. Kærleiki, sum er upplýstur, ger ein føran fyri at halda seg frá tí sum er ivasamt ella beinleiðis skeivt. Paulus ynskir at tey í Filippi, skulu gerast rein, tvs. at tey skulu ikki vera nøkrum til ástoyt og fall, men vera ólastandi til dag Kristusar (Tá Jesus kemur aftur). Tað at vera ólandi merkir ikki at vera syndaleysur. Vit gera øll synd, eisini kristin fólk. Men ein sum er ólastandi, hann játtar sína synd og vendir sæt frá syndini og biður tey um fyrigeving, sum hann syndaði ímóti og bøtur um skaðan, har tað er møguligt. Hetta er tað sum vit lesa at Job gjørdi. Hann var ólastandi, hann gjørdi júst hetta. “Dagur Kristusar” í hesum versinum merkir tað sama sum “dagur Jesu Krist” í sætta ørindi. Hetta er tá Jesus kemur aftur eftir samkomuni og førir tey til Kristi dómstól, har tey Kristnu fáa løn fyri teirra tænastu fyri Kristus.

  • Hvat er eitt dømi um okkurt, har tað góða ella tað sum er ok, er fíggindi at tí besta? Hvat við tá tað kemur til at velja sær ein makað? Er tað nóg mikið at velja sær ein sum er góður? Her t.d. ynskir Gud, at vit velja Hansara besta, ið er ein sannur Kristin. Meira um hetta her.
  • Hvat eru øki og evni, har kristin kunnu ivast um eitt hvørt er skeivt? Eitt nú kann tað vera: nær skal ein lata seg doypa, um ein kann vera ófelstur aftur, um tað er skeivt ella rætt at roykja, drekka alkohol, fara í býin, á festival, hava sex áðrenn hjúnaband, hyggja at pornografi, liva ella stuðla samkyndum hjúnalagi, osv. Onnur ivast um tað er rætt at tattoo vera seg, hyggja at serium á Netflix og leggja ósømiligar myndir út á Instagram fyri at fáa likes. Hvat við at stuðla BLM og øðrum? – Har eru nógv evni í dag, har mong kristin ivast um eitt hvørt er rætt ella skeivt. Bíblian hevur svarið, og týdningarmikið er, at vit lesa hana alla (Sálm.119:160), soleiðis at vit gerast upplýst í okkara kærleika til Gud og onnur menniskju og vita í fullari vissu, hvat er rætt og skeivt. Eisini fer Harrin at geva okkum vísdóm og styrki at halda okkum frá tí, ið er ivasamt og beinleiðis skeivt. Eg havi gjørt fleiri video um hesi evni, men eg vil bjóða tykkum at sjálvi at lesa og dýkja tykkum undir í orðið Guds, soleiðis tit vera fylt við Hansara orðið og vera upplýst fullkomiliga. Einki ávirkar eitt menniskja so nógv sum Bíblian, orð Guds.
  • Hvussu kann eg vera ólastandi í dag? Havi eg gjørt eitt hvørt, har mær tørvar at biðja um umbering? Havi eg nakað útistandandi við nakran? Hetta hava bara tú og Gud svarið uppá. Skal eg vera erlig, so arbeiða eg og Gud uppá nøkur ting í mínum lívið, tí eg eri sein at fyrigeva og sein at biða um umbering. Men hetta arbeiðir Gud uppá í okkum, um vit lata Hann ígjøgnum Hansara orð, Bíbliuna og bøn, og dagsins avbjóðingar, har vit kunnu velja at fylgja leiðslu Heilaga Andans, sum virkar ígjøgnum okkara samvitsku.

 

1:11

Paulus ápostul endar bønina við einum ynski um, at tey trúgvandi skulu vera fylt við rættvísiávøksti. Hetta er ein ávøkstur, sum rættvísin framleiðir. Heilagi Andin sum býr í hinum trúgvandi fremur ein longsul eftir at liva sum Jesus. Jesus kristus er keldan til hesar dygdir (virðis, megi) og endamálið við hesum dygdum er at dýrdmeta og æra Gud. Rættvísin við øllum teimum kristnu dygdunum (ella kvalitetum) skapar eitt rættvísi lív. Jesus kristus er keldan til hesar dygdir og endamál teirra er dýrdmeta og æra Gud.

“Geva á tíð síni eitt fullkomið rættvísisheyst, sum er vunnið við Jesusi, kongi okkara, og tað verður Gudi til prís og dýrd.” – Way

Guy King sigur, at henda bøn Paulusar er líka sum orðini í Esaias 61,3:

at geva teimum í Zion, sum syrgja, høvuðprýði í staðin fyri øsku, gleðiolju í staðin fyri sorg, lovsongsbúna í staðin fyri mótleysan anda; tey skulu verða rópt rættferðareikir, plantur HARRANS, Honum til dýrd.

“Tey skulu verða rópt rættferðareikir (verða fylt við rættvísiávøksti), plantur Harrans (virkaður við Jesusi Kristi), Honum til dýrd (Gudi til dýrd og lov).”

Orðið ávøkstur er nær knýtt at okkara sambandið við Krisus og vónum Hansara um okkum. Greinarnar á einum víntræi eru ætlaðar at bera ávøkst. – Lehman Strauss

  • Hvussu kann eg vaksa í rættvísisávøksti?
  • Hvussu síggja tær kristnu dygdirnar út?
  • Hvat er endamálið við teimum kristnu dygdunum?
  • Hvussu kann eg tæna Gudi í dag?

 

Næstu ferð

Næstu ferð lesa vit vers 12-18, sum eru hvussu Paulus er signaður hóast truplar tíðir.

Filip.1:9-11

Skriva viðmerking