Lovprísar Gudi fyri tey heiløgu: Filip.1:3-8: Eg takki Gudi mínum, hvørja ferð eg minnist tykkum; og í hvørji bøn míni biði eg altíð fyri tykkum øllum við gleði. – Eg takki Honum fyri, at tit, líka frá fyrsta degi og til nú, hava havt samfelag við meg í arbeiðinum fyri evangeliið. Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists. Tað er jú rætt fyri meg at hugsa so um tykkum øll; tí eg havi tykkum í hjartanum, bæði í leinkjum mínum, og táið eg verji og staðfesti evangeliið – tit hava jú øll part við mær í náðini. Tí Gud er vitni mítt, hvussu mær leingist eftir tykkum øllum við hjartalagi Krists Jesusar. (Filip.1:3-8)

  • Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum?

 

1:3 

Paulus ber fram ein takkarsong. Hetta er ikki nakað óvanligt fyri Paulus ápostul. Tá Paulus og SIlas vóru settir í fongsul í Filippi, tá sungu teir lovsongir. Sum hann skrivar hetta brævið situr hann í fongslinum í Róm, men enn hesa løtu syngur hann lovsongir í fongslinum (tær myrku, tungu løturnar). Tað var einki sum køvdi lovsong Paulusar.

  • Minnist tú til at takka Gudi fyri signingar: hús, heim, vinfólk, trúðboðarar, samkomur, osv.?
  • Hvat fær teg at lovprísa Gudi?

Hvørja ferð Paulus hugsaði um tey í Filippi, so fyltist hjarta hansara av takksemi til Gud, og tað fleyt yvir til lovprísan til Gud. Paulus gleddist um hesi sum hann hevði verið við at leitt til trúgv (og var á tann hátt ein andaligur faðir). Paulus gleddist eisini stórliga um tey, tí tey høvdu á so mangan hátt víst seg sum eina fyrimyndarliga samkomu.

  • Hvat er ein fyrimyndarligur kristin ella samkoma?
  • Hvat eyðkennir atferðina, atburðin og málburðin hjá einum sonnum kristnum?
  • Hvussu kann eg vera fyrimyndarlig/ur í mínum dagliga lívið í viðgongd og mótgongd?

 

1:4

Hvørja ferð Paulus bað, so bað hann fyri teimum í Filippi, sum vóru honum so kær. Ja, tað stendur at hann biður fyri teimum við gleði, og ikki nakað troyttandi. Frá hesum versinum og mongum øðrum brøvum í Bíbliuni síggja vit at Paulus ápostul var ein bønar maður. Tað er einki løgi, at Gud brúkti Paulus á ein so undurfullan hátt. Tá vit hugsa um, hvussu nógv Paulus hevur ferðast og hvussu nógv trúgvandi hann hevur kend, so er tað undurfult, at hann hevði varðveitt eina slíka persónliga og inniligan áhuga fyri teimum øllum, sum vit fara at leggja merki til í brævinum. Hann nevnir fólk við navnið og vegleiðir tey.

  • Hvønn ella hvat biði eg fyri?
  • Minnist eg til, hvat eg havi biðið um, so eg veit um Gud svarar mínum bønum?
  • Kenni eg tað møðsamt ella gleðiligt at biðja? Kann eg biðja Harran hjálpa mær at biðja og at gleðast í bønini og tað megi hon gevur?

 

1:5

Orsøkin at Paulus gleddist so, var tað samfelag og stuðul sum tey vístu honum í hansara arbeiði fyri evangeliinum, frá byrjanini og líka til nú, Paulus sat í fongsul. Evangeliið merkir “góðar nýggjheitir”. Góðu nýggjheitirnar eru í Jesusi Kristi. Hví? Jú tí menniskjan er fallin í synd. Vit hava hata, misbrúkt Guds navn, logið, stolið, drivið hor og vanvirt okkara foreldur osv. Øll eru skyldig og líka sum ein rættvísur dómari gevur einum mordara, sum hevur dripið 3 ungar gentur deyðadóm, so gevur Gud okkum deyðadómin fyri okkara synd. Sum tað stendur “…menniskjanum er laga at doyggja einaferð og hareftir er dómur…” Góða nýggjheitin er Jesus. Jesus kom í heimin, livdi eitt rættvíst lív, uttan synd, og kundi tí betala okkara bót. Tað er sum ein maður sum er í rættinum og hevur ein stakk av parkeringsbótum, og sigur við tann seka, at hetta er ógvuliga álvarsamt, men ein maður kom her og betaldi tær allar, og tú ert fríur at fara. – Hetta er tað Jesus gjørdi fyri okkum. Vit vóru sek, men Jesus betaldi okkara bót, og siga vit ja takk til Gud, so eru vit frí.

Tá “samfelag” verður nevnt í hesum versinum, so merkir tað fíggjarligan stuðul og gávuna tey sendu honum, men eisini teirra hjálp og stuðul í bøn fyri honum og áhuga fyri tí verkið Paulus gjørdi at kunngera evangeliið.

“Frá fyrsta degi”, kanska sipar til fyrsta dagin Paulus og Silas vóru í Filippi og fangavaktarin, sum vit hoyrdu um seinast, kom til trúgv. Var hann har, tá brævið bleiv lisið upp, so hevur tað heilt víst vakt minnir og rørt hann.

  • Havi eg tikið í móti Jesusi sum mínum Frelsara? Havi eg takka honum fyri at hann betaldi mína bót, so eg kundi vera frí/ur og fáa ævigt lív?
  • Havi eg samfelag við nakran sum arbeiðir fyri Harran? Tað verið fíggjarliga, í bøn ella stuðul við at vísa áhuga?
  • Um fangavaktarin var hjástaddur, hvat heldur tú, at hann man hava hugsað ella følt, sum Paulus hevur skriva hetta hjartaliga brævið?

 

1:6

Sum Paulus minnist aftur á byrjanina hjá samkomuni í Filippi, sum vit kunnu lesa um í Ápostlasøguni 16, so sigur hann, at hann er eisini fullvísur í (ivast  ikki eina løtu í), at Gud fer at fullføra tað góða verk, sum hann byrjaði. Eitt orðatak sigur:

“Tað verk, sum náði Hansara hevur byrjað, skal armur Hansara við veldis styrki fullføra.”

Tá Paulus skrivar “gott verk”, so meinar hann allarhelst við, at tey blivu frelst og hava virka saman við Paulusi í at fortelja øðrum um evangeliið. Tá vit varnast tær góðu nýggjheitirnar, sum eg segði frá í byrjanini, so leggur Gud í okkum eina tráan at fortelja øðrum menniskjum um Jesus eisini. Og tað er ein stórur partur av tí, sum eg eisini ynski við hesari kanalini, og tað er tí, fólk hava møti, útimøti, ganga við traktatum, leggja video og vers út, osv. Tey leggja í ævinleikan hjá øðrum menniskjum og hava umsorgan fyri teimum, júst sum Jesus.

“Til dag Jesu Krist” sipar til, tá Jesus kemur at taka tey kristnu heim, sum hava trúð á Hann. Orðingin vísir hansara eisini til dómstól Kristusar, sum merkir faktiskt lønarstól Kristusar, har tey trúgvandi fáa løn fyri tað tænastu, ið tey hava gjørt fyri Harran.

  • Trái eg eftir at fortelja øðrum evangeliið? Hvussu og hvar kann eg gera tað? (hugskot)

 

1:7

Paulus  vísir aftur á, hvussu takksamur hann er fyri tey kristnu í Filippi. Hann goymir tey í hjartanum sum eitt varandi minni um, hvussu trúføst tey stóðu saman við honum (stuðlaðu honum) tá hann var í fongsul og tá hann ferðaðist um og “vardi og staðfesti evangellið.”

Tá Paulus skrivar “Verja evangeliið” so merkir tað, at hann svaraði teimum aftur í kritiseraðu/funnust at evangeliiðnum: Frelsa við trúgv. “Staðfesta evangeliið” vísti til at styrkja og stuðla teimum, sum longu vóru komin til trúgv, teimum kristnu. Evangeliið er nevniliga okkara akker, tað er har Frelsan er. Men evangeliið ger eisini enda á fíggindum og lygnum, tí evangellið setir okkum í frælsi.

“Tit hava øll part við mær í náðini” merkir, at tey og Paulus hava fingið eina óuppibornað styrki frá Gudi at fremja Harrans verk, kunngera evangeliið, sjálvt um samkoman og Paulus fingu harða móttstøðu. Tað vísir seg ofta, at evangeliið hevur ongantíð so nógv framgongd, sum enn í teimum svárastu tíðunum. Tá vit hugsa um umstøðurnar hjá Filippi og mongum trúgvandi samkomuni í miðeystri í dag, ið vera forfylgdar. Forfylging minkar ikki um tey kristnu, tað tykist at gera tey sterkari, júst sum ápostlarnir vóru glaðir um at teir fingu móttgongd.

  • Minni eg meg og onnur á evangeliið og hvussu einfalt tað er at koma til trúgv? (Verji evangeliið)
  • Tá eg stríðist og eri í trongd minnist eg tá til at gleðast í evangeliinum?
  • Havi eg uppliva truplar tíðir og forfylging, tá mín trúgv var roynd og styrkt?

 

1:8

Sum Paulus minnist teirra trúfesti, fer hann at leingjast eftir at vera saman við teimum aftur. Hann sigur at Gud er vitni hansara um, hvussu illa hann longist eftir teimum við hjartalagi Kristusar. Hetta er undrunarvert, tí Paulus var føddur og uppvaksin sum jødi og jødar vildu ikki hava nakað við heidningar at gera. So tað er at undrast yvir henda kærleikan sum Paulus hevur til samkomuna, sum eru av heidnari ætt. Men hetta er júst tað Gud og Hansara náði ger, hon brýtir niður gamal hatur og ger menniskju til eitt í Kristusi.

  • Havi eg uppliva, hvussu Guds náði kann bróta niður gamalt hatur?
  • Havi eg kanska gamalt hatur, ella ikki so gott eyga til fólk í samkomuni? Kann eg biðja Gud broyta hendan hugburðin í mínum hjarta, soleiðis eg fari at hava eitt hjartalag og longsil sum Jesus?

 

 

Næstu ferð

Filippibrævið er tað vit gjøgnum ganga hetta hálvár á Vakurleiki.fo, um Gud vil og eg havi heilsu. Hvønn mánadag er ætlanin at versini verða løgd út á Facebook til tykkum at lesa. Týsdagar gjøgnumganga vit versini við Emmaus Bíbliuskeiðinum: Filippibrævið eftir William Macdonald. Næsta týsdag fara vit at gjøgnum ganga Filip.1:9-11, bøn Paulusar fyri teimum kristnu (kalla heiløg).

 

Filip.1.5,6

Skriva viðmerking