Hvat ert tú serliga takksamur fyri í dag?
Í Jákupsbrævinum 1:17, eggjar hann okkum at hugsa um alt tað góða vit eiga og hava fingið. Eisini eggjar hann okkum at minnast til, at alt hetta er frá Gudi. Kanst tú nevna nakrar gávur:
– Hús & heim
– Familju & vinir
– Te ella kaffimunnin tú nýtti í morgun…
Kanska tit kunnu nevna onkur onnur ting, menniskju ella hendingar, ið eru gávur omanífrá.
Gud er góður og gevur okkum góðar gávur í øllum umstøðum. Hann er er óbroytandi. Lat okkum traðka út á hetta lyfti og teir tungu dagarnar minnast, at Gud er góður og at Hann er hin sami, eisini tá lívið gongur okkum ímót. Eisini tá er Gud trúfastur og hevur lovað aldri at sleppa okkum og ongantíð fara frá okkum.
5. Mós 31:8
HARRIN – Hann, sum gongur á odda hjá tær – Hann skal vera við tær; Hann skal ikki sleppa tær og ikki fara frá tær; tú skalt ikki óttast og ikki ræðast!”
Skriva viðmerking