Einasti munurin á hesum myndunum er aldur. Enda setningin: “Tað er í lagi at taka lívið á einum barnið tá…?”
– Tað er nóg lítið?
– Tá tað er nóg ungt?
– Tá tað er óynskt?
– Um tú hevur ov nógv børn?
– Um tú ikki hevur tíð ella ráð at passa tað?
– Um eingin veit tað?
– Um pápi var kriminellur
Nei, tað er ongantíð rætt at taka eitt lív, og tað er ongantíð í lagi at taka lívið á einum barnið. Barnið eigur heldur ikki at gjalda deyðadómin fyri lógarbrotið hjá pápanum.
Ein annar spurningur er, nær byrjar okkara menniskjaligheit? Nær fáa vit manmarættindi?
– Tá vit vera fødd?
Nei, langt áðrenn tað. Tað byrjar í móðurlívi, tá eggið er gitið og setur seg fast.
Summi siga, at børn í móðurlívið einans eru “klumpar av cellum”.
– Ja, men tú ert eisini ein klumpur av cellum. Ein klumpur av cellum, skal ikki hava rætt at gera av við ein annan, líkamikið stødd, førleikar, osv.
Øll eiga at fáa tann mest grundleggjandi rættin: Rættin at liva. Tað er á hendan rættin, at vit byggja øll onnur rættindi á; so sum trúðarfrælsi, talufrælsi, osv. Tað er rætturin til lív sum er undir álopi í løtuni.
Taka vit hendan rættin frá nøkrum ávísum menniskjum í okkara samfelag, so standa vit longri afturi enn vit nakrantíð hava gjørt. Øll rættindi, ið vit hava arbeitt fyri fella aftur fyri borðinum, tí fyrsti rætturin verður tikin frá nøkrum ávísum menniskjum. Tað er sera ræðandi, og tann mest álvarsami ójavnin í nýggjari tíð – ja, møguliga nakrantíð, ið er gjørdur.
Tað tykist sum Føroyar hevur gloymt, at børnini eru ein signing, ein Guds gáva. Lat okkum saman minna føroyingar aftur á tað. Tú ert ein gáva, eg eri ein gáva og øll børn eru ein gáva.
Skriva viðmerking