Týsdagsvideo
Gjøgnum árini, síðan 2015, havi eg týsdagar lagt eitt Bíbilsk video ella podvarp út á Facebook og Youtube. Mong video liggja úti og fleiri eru um viðkomandi evnið, ið eru uppi at venda. So sum kyn, fosturtøka, hvat tað merkir at vera kristin, osv. Í hesum videounum kava vit í Bíbliuna og síggja vakurleikan í skriftini. Vit seta hetta í samband við okkara lív, soleiðis vit kunnu blóma, har Gud hevur sett okkum.
Um virksemi
Eg eiti Dina, og eg byrjaði virksemi á Vakurleiki í 2015. Endamálið var og er enn at skapa nettilfar ætlað at vera til uppbygging og eggjan fyri tann Kristna og vitnisburð til tann forvitna.
Spurningar
Um tú hevur spurningar, hugskot ella bara ynskir at seta teg í samband við meg, so ert tú hjartaliga vælkomin til tað.
Podvarp
Til tíðir koma Podcast út m.a. á Spotify, iTunes og hinum miðlunum. Eisini vera tey løgd út á Youtube & Facebook. Tað góða við einum podcasti er, at tú kanst lurta nær sum helst og hvar sum helst: í bili, meðan tú ger mat osv.
Vitjan
Eg vitji til tíðir Bíbliubólkar, samkomur og ung og deili ein vitnisburð, tosi um eitt hvørt evni ella syngi ein sang.
Keyp & stuðla
Stuðla virkseminum á Vakurleiki.fo við at keypa okkara vørur ella við at geva.
Endamál
Málið er at blóma í trúnni
Ynski er at tú skalt gerast grundfest/ur í Skriftini og blóma í trúnni.
Filippibrævið pt.1
Nógv tilfar á Youtube og Facebook
Fleiri video og bloggar eru her á heimasíðuni, Facebook og Youtube. Tað er ein ætlan at stuðla tær í at vaksa í trúnni og fáa svar á spurningum. Hevur tú sæð videoini og bloggarnar?