Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo, í dag fara vit at tosa um: “Hvussu skal ein trúgvandi eigur at brúka sína tíð?”

  1. Tíðin er virðismikil
    1. Tíðin er stutt (1.Kor.7,29). Tað er uppá tveir mátar at vit kunnu rokna tíðina stutta. Fyrst er tíðin er stutt ella er vorðin stytt, av tí Jesusar afturkoma er í hondum. Við tað, at vit bert hava stutta tíð eftir at tæna Gudi her niðri, so eiga vit at brúka tíðina á rættan hátt.
      1. Tíðin er stutt samanborin við ævinleikan. Mong skriftstøð minna okkum á, at hetta lív er sera stutt og flýgur avstað. Ein trúgvandi eigur altíð at hugsa um tíðina sum ein virðismiklan lut, sum er honum latin upp í hendur eina stutta tíð. Vit eiga at “umsita” tíð okkara sum góðir húshaldarar (good housekeepers). Í londum, har lønir eru høgar og vinningurin er stórur, er lætt at virðismeta tíðina, men í londum við lægri lívskrøvum verður ikki altíð hugsað um virði hennara. Tíðin er stutt, og tí hevur hon so stóran týdning og virði.
    2. “Keyptið hina lagaligu tíð” (Ef.5,16; Kol.4,5).  
      1. Hendan orðingin merkir, at skalt brúka møguleikar tínar til fulnar og royna at fáa tað besta úrslitið, tí vit fáa einki aftur av tí, sum vit missa. Trúgvandi verða eisini ámint um at brúka tíðina best møguligt, tí dagarnir eru óndir.
    3. “Sum vatn, ið er stoytt á jørðina.” (2.Sám.14,14)
      1. Henda orðing merkir, at tíðin eigur at vera nýtt við umhugsni. Tí vit vinna ikki aftur tað, sum vit missa ella spilla burtur. Hon er eins og vatn, sum verður stoytt niður á jørðina og savnast ikki  aftur. Hava tit roynt at stoytt vatn á vegin og roynt at savna tað uppaftur í fløskuna? Tað er ómøguligt. Dagarnir, sum eru farnir, síggja vit aldri aftur. So lat okkum brúka dagin í dag væl, tí hesin dagur kemur aldri aftur.
  2. Hvussu nýta vit tíðina?:
    • Umleið ein triðingur av tíðini verður brúktur til hvíld og svøvn. Skal likam og sinni røkjast væl, krevja tey nógvan svøvn. Ein annar partur av degnum verður brúktur til at gera mat og at eta hann. Ein annar partur verður nýttur til skúla og arbeið. Tey flestu arbeiða og eru í skúla nógvar tímar fyri at vinna pengar ella fáa ein útbúgving, so tey kunnu uppihalda sær.
    • Alt hetta er í lagið. Ein trúgvandi eigur at arbeiða til egið uppihald og hava umsorgan fyri sínari familju (2.Tess.3,8-12; 1.Tess.4,11-12; 1.Tim.5,8).
    • Tey flestu hava nakað av frítíð. Hvussu ein trúgvandi brúkar frítíð sína, myndar hansara lyndi. Tað er ein sorgarleikur, táið eitt Guds barn oyðslar burtur dýrabarar tímar í tómum og nyttuleysum spæli. Eg fekk spurningin á Snapchat, um tað var synd at game’a. Og eg havi hug at taka filmar, seriur, spøl við. Tað kann verða ein hugnalig vina- ella familjuløta, um tað tú hyggur eftir ella spælir er sámiligt. Men er tað bindandi og tekur dýrabarða tíð, sum kundi verði nýtt fyri Harran, so er tað synd. Tað er skeivt.
    • At vera latin og dovin kallar Bíblian synd, sum vit eiga at halda okkum frá. So latið okkum ikki verða trek. Tí hvussu skal brúk brúka dovin fólk? (Orð.6,6; Orð.6,9; Orð.18,9, Orð.19,15; Orð.24,30-34, Orð.26,13-16). (Hebr.6,12; Róm.12,11). 
    • Eitt áhugavert vit lesa í “- Men Gud gav vøkst” er ein bøn hjá Sloan. Hann biður: “Á, himmalsi Faðir, fyrigev mær syndir mínar, gáloysissyndir og syndigar gerðir, og ger meg mentan at stevna fram móti málinum; ger meg heilagan, at tann minsta syn skal oyða friðarkenslu mína, inntil eg vinni á henni. Serstakliga biði eg Teg, himmalsi Faðir, hjálpa mær at sleppa av við alla leti; gev mær at skilja og ásanna, at óneyðugur svøvnur er synd, er burturspilling av dýrari tíð. Hjálp mær, himmalsi Faðir, at vinna á hesari synd, sum hongur so fast uppí í okkum; og leggja av allar byrðar; víðka hjarta mítt í trúgv, kærleika og ídni og gev mær klárt sýni av Jesusi; gev mær eymt hjarta og eyma samvitsku, og ger meg dugnaligan til at halda klæði míni rein.” (s.54) Vakurt at lesa um ein mann, sum er so hjartans erligur við Gud um allar syndir og øll stíð í sínum lívið. Hetta er nakað hjá okkum at hugsa um.

Nøkur góð ráð! Av tí, at hvør einstakur hevur likam, sál og anda, so eiga vit at hugsa um, hvussu vit brúka okkara tíð viðvíkjandi tí tørvi, ið likam, sál og andi krevur.

 

  1. Likamið:
    • Tey, ið ikki hava kropsligt arbeiði, tørva nakað av likamligari venjing. Vit vita at tað gott at røra seg og vera í gongd. Men Bíblian sigur eisini, at “Hin likamliga venjingin er nyttulig til lítið.” (1.Tim.4,8). Tað stendur ikki, at hon er nyttulig til einki, men til lítið, tá vit hugsa um lív hins trúgvandi. Men likam hins trúgvandi hoyrir Gudi til og eigur at verða røkta (1.Kor.6,19-20). Spæl, ítróttur og likamlig venjing hava virði, men eiga at verða hildin innanfyri røttu mørk teirra. Lat teg ikki binda av hesum, so at tað fer at forða tínum andaliga lívi at vaksa.
    • Ansa eftir ikki at koma í felagsskap og samfelag við tað, ið er av hesum heimi. Tað noyðist ikki at verða skeivt fyri ein trúgvandi at lurta eftir tónleikin. Men á festivalum setur ball og alkahol ein slíkan dám á staðið, at tað ikki er hóskandi fyri ein trúgvandi. Hin trúgvandi eigur ikki at trívast har.
    • Harafturat, so sigur heftið, at ein trúgvandi eigur ikki at taka lut í fríðtíðarítrivum og ítrótti sunnudagar. Sunnudag eigur hin trúgvandi at hvíla seg og uppbyggja seg andaliga til vikuna, sum kemur. Dagur Harrans, sunnudagur, eigur at verða halgaður Harranum og tænastu Hansara. Tað merkir ikki at tú skalt vera lógbundin og fylgja reglum. Men tað merkir, at tú ynskir, at hin fyrsti dagurin í vikuni skal verða fyltur av glaðari og villigari tænastu fyri Gud.
  2. Sálin:
    • Sinni hins trúgvandi eigur at vera vant og ment. Sjálvt um “nógv granskan troyttar likamið”, so vita vit kortini at granskan er nyttulig. Vit eru ámint at vera “íðin í upplestrinum.”(Præd.12,12; 1.Tim.4,13). Les fyrst og fremst í Bíbliuni. Afturat henni kunnu vit lesa nógv góðar bøkur, og síggja filmar og talur, sum kunnu vísa okkum á sannleikar í Bíbliuni. Ansa eftir, at tað tú lesur, lurtar og hyggur eftir er gott og uppbyggjandi. Táið tú hevur møguleikan, so les eina góða bók ella hygg eftir einum kristum filmi, sum eru um lívssøgur av Guds monnum og kvinnum. Og bøkur/filmar, sum eru Bíbliu sonn, sum bøkur sum John Bunyan hevur skrivað. T.d. “Pílagrímsferð” og “Hin andaligi bardagin.”  Tit kunnu síggja bókaviðmæli á https://vakurleiki.fo/boekur og filmar á https://vakurleiki.fo/filmar
    • Halt teg frá skaðiligum og niðurbrótandi bókum, filmum og tónleiki sum føðir holdið og eggjar teg til at dyrka teg sjálvan og hetta lívið(Róm.13,14). Halt teg eisini frá tí, sum trúarsamfeløgu gev út, um tey avnokta sannleikar í Bíbliuni. Vit eiga altíð at kanna eftir, um tað vit lesa, hyggja eftir ella lurta eftir er Bíbliu satt. Bíblian er altíð okkara hægsti myndugleiki fyri alt. So ver eyka varin tá tú lesur spenningssøgur, sær populerar filmar og lurtar eftir tónleiki. Tað, sum heimrin gevur út, er mangan fylt við lygn, sum vil leiða okkum frá sannleikunum í Bíbliuni. 
    • Hav eisini í huga at sera ofta “er hitt góða fíggindi av tí allar besta.”  Andaligar radio ella video sendingar, sum hetta videoið eigur ikki at koma ístaðin fyri persónliga Bíbliugranskan. Tú eigur at seta tíð at brúka saman við Gudi persónliga. Video o.a. andaligt tilfar er gott su ískoyti, men einki av tíð kann erstatta  hin stillu løtuna við Gudi í Bíbliuni og í bøn.
    • Mong menniskju hugna sær og finna hvíld í ymsum fríløtuítrivi, sum t.d., taka myndir, gera slím, mála, íðka og spæla spøl. Hetta er gott so leingi tað bert er ítriv og ikki nakað sum bindur ein. Lat ikki eitt fríðtíðararbeiði ella skúli troðka kallið av sum Gud hevur givið tær (Ef.4,1). Við hvørt kunnu fríløtuítriv vera til nyttu og hjálp í verki Harrans, um vit hava fyri eyga at æra Hann í øllum, sum vit gera (Kol.3,23)
  3. Andin: Fríløtur áttu at verið brúktar til at uppala hin andaliga vøksturin. Nakað av okkara frítíð eigur at vera lagt av til ta “Stillu løtuna” (sum vit høvdu um fyri tveimum vikum síðan).
    • Tað er rætt at granska Bíbliuna eftir einari miðvísari ætlan. Hevur tú ikki eina avgjørda og miðvísa ætlan í hesum, koma onnur áhugamál at troðka tað av.
    • Hin trúgvandi eigur at vera við til og taka lut í teim møtum, sum samkoman á staðnum hevur. Tað er neyðugt at vera saman við øðrum til Bíbliu granskan og bønarhald, og soleiðis styrkja hvønn annan (Matt.18,19-20; Hebr.10,25).
    • Halt teg frá teimum stuttleikum og felagsskapum, sum forða andaliga vøkstri tínum ella skaða andaliga lív títt.
    • Ansa eftir, at tú í fríløtum tínum livir Jesus og dýrmetir Hansara navn í øllum.

Hvussu brúkar tú tína tíð? Hevði tú vilja broytt nakað frameftir? Hevur tú hesa kensluna, so góð og røtt. Bið Gud hjálpa tær at seta meira tíð av til at koma at kenna Hann, so tú kanst dýrmeta Hann. 

.

Fyri tveimum árum síðani var eg á eini legu í Italia, sum eitur Parola. Har vóru vit biðin persónliga biðin at raðfesta nøkur ting í okkara lívið. Hvat vit brúktu mest tíð uppá. Síðani skuldi vit skriva tíð á fyri hvussu nógvar tímar vit brúktu uppá hesini tingini gjøgnum eina viku. Mítt sá soleiðis út:….

Síðani vóru vit biðin at venda pappírinum og skriva, hvat vit høvdu hugsað okkum at raðfest fyrst. Nøkur Goals, nøkur mál. Har skrivaði eg…

Síðani skuldu vit biðja fyri hesum “goals” hesum málunum.

Hetta broytti alt. Hetta broytti, mína lívsgongd. Eg sá, hvusus nógv tíð fór til spillis. Hvussu nógv tíð ikki bar brúkt til Gud. Og eg vildi broyta tað. Í dag, er mítt lív broytt nakað og eg stevni ímóti hasum málunum eg setti mær. Eisini óbevíst, tí eg veit at tað er tað Harrin ynskir.

So eg vil útfordra teg til:

  1. Skriva tínar prioritetir upp.
  2. Set tíð á, hvusus nógvar tímar tú brúkar uppá hetta gjøgnum eina viku.
  3. Vend pappírinum við, og set tær nøkur mál. Fyri, hvussu tú ynskir at raðfesta tína tíð og títt lív frameftir.
  4. Bið fyri hesum. 
Skriva viðmerking